Hevur ikki hasar bjargingarvestarnar

- Eg dugi ikki at meta um í hvønn mun, bjargingarvestar av nevndu sløgum, sum nú verða afturkallaðir, eru seldir í Føroyum, sigur Gummibátatænastan, sum í gjár ikki hevði sæð fráboðanina frá Viking Life-Saving Equipment

Eftir fráboðanina hjá Viking Life-Saving Equipment um at afturkalla tvinni sløg av bjargingarvestum, nevniliga Mariner PV9270 og Mariner PV9271, vendu vit okkum til Gummibátatænastuna fyri at vita, um fleiri av nevndu vestum eru seldir í Føroyum.
Á Gummibátatænastuni høvdu tey ikki sæð fráboðanina, tá ið vit frættu, men tey søgdu seg vilja kanna málið beinanvegin.
Vit lósu numrini á nevndu bjargingarvestum upp fyri teimum, men líkt er ikki til, at Gummibátatænastan hevur hesar vestar, sum eru framleiddir í tíðarskeiðinum, 1. januar 2002 til 15. juni 2004, á goymslu.
- Vit hava eitt slag av bjargingarvestum, sum hevur numrini, PV9274, og tað er tað nærmasta, eg síggi nevndu sløgum.
Men tað er so ikki hetta slagið, sum Viking Life-Saving Equipment nú afturkallar.
Ljós og refleks
Á Gummibátatænastuni siga tey, at ein stórur partur av bjargingarvestunum, sum seldir eru føroyskum skipum, hava vørunummarið, PV95001002.
- Hesir eru góðkendur av Skipasýninum, og teir eru eisini Solas-góðkendir. Hesir vestar hava bæði ljós og refleks, siga tey.
Á Gummibátatænastuni halda tey, at bjargingarvestarnir, sum Viking umrøður og afturkallar, helst eru ætlaðir stuttleikabátum og frítíðarvirksemi.
- Men hetta fara vit nú at kanna, siga tey á Gummibátatænastuni í viðmerking.