AB verður í kvøld gestur hjá B36 í Gundadali. Felags fyri hesi bæði høvuðsstaðarfeløgini er, at tað higartil ikki hevur gingið soleiðis, sum teir á Argjum og teir í árstalfsfelagnum í Gundadali høvdu vónað og ætlað. AB er stigaleyst, og í tveimum royndum á útivølli hevur AB skorað eitt mál.
Felags eyðkenni fyri AB og B36 er, at liðini hava verið illa skaðaplágað higartil í kappingini, og soleiðis er tað framvegis.
AB venjarin Sámal Erik Hentze, segði í samrøðu vit Rás2 eftir stóra vónbrotið, tá ið NSÍ við máli í yvirtíðini tryggjaði sær øll stigini á Argjum síðsta fríggjakvøld, at hann var nøgdur við avrikið hjá hansara monnum:
-Vit hava ikki marginalirnar við okkum. Hóast vit einki stig hava fingið í seks teimum fyrstu umførunum, so rokni eg avgjørt við, at vit fara at varðveita plássið í bestu deildini. Tað eru framvegis 81 stig eftir at spæla um, og vit fara at vinna nóg nógv stig at halda okkum í deildini, segði AB venjarin.
Í B36 fegnast tey um, at tað eydnaðist at vinna 3-0 í Sørvági, hóast fleiri spælarar sótu skaddir uttanfyri. Lukasz Cieslewicz og Lawal vóru við, og teir gjørdu mun, mení Sørvági koppaði tað B36 til fyrimunar, tá ið Rasmus Dan Sørensen varð settur á vøllin og lítla løtu seinni økti um leiðsluna til 2-0.