Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við málinum, sum Rógvi Jacobsen skoraði í evstu løtuni av dystinum í Kaunas, kom hann upp á níggju landsliðsmál. Hetta er sama tal, sum Todi Jónsson hevur skotið, og Rógvi viðgekk eisini, at hetta er nakað, sum hann hevur hugsað um.
- Seinastu dystirnar hevur tað sjálvandi verið í tonkunum. Og kanska var man farin at óttast, at tað ikki skuldi eydnast. Men nú eri eg so komin ájavnur honum, og so er spurningurin, um eg ikki eisini kann leggja meg framum Toda, sigur Rógvi.
Hóast málið kom í yvirtíðini, so tóktist tað, sum fekk Rógvi munandi betri pláss at spæla fyri steðgin, tá hann eisini hevði onkran møguleika.
- Eg haldi, at tað var galdandi fyri alt liðið. Eftir steðgin ansaðu teir betri eftir, og sjálvur varð eg eisini betri ansaður tá. Og tí gjørdist tað alt truplari at spæla.
Um sjálvt málið mátti Rógvi – sum jú er lámur – flennandi viðganga, at hann ongan tíð áður hevði lobbað í mál við skeiva beininum úr somikið stórari fjarstøðu.
- Nei, tað havi eg ikki. Men visti, at eg ikki kundi renna meg leysan inn um verjuspælaran. Og hevði eg tikið eitt trekk, so hevði vinkulin blivið ov spískur. Og eg sá at málverjin var komin nakað út, so eg royndi bara at kippa hann.
Tíðliga í seinna hálvleiki var Rógvi eisini um reppið at javna, tá málverjin stórbjargaði stútara frá klaksvíkinginum. Men sjálvur visti Rógvi ikki reiðiliga hvussu nær við tann bólturin var.
- Eg hevði ein verjuspælara hvørju megin mær, og tí sá eg ikki bóltin, fyrr enn beint áðrenn eg stútaði. So tí fekk eg als ikki stýrt bóltinum, og eg visti heldur ikki, hvønn vegin hann fór. Men eg skilti so á lagnum, at málverjin bjargaði.
Mynd: Rógvi Jacobsen
Rógvi hevur skoti ð øll trý málini, sum Føroyar hava fingið í hesi undankappingini. Tey eru skotin móti Georgia, Italia og nú Litava