Niels Nattestad, vanliga kallaður Natte, var tann fyrsti, sum tók orðið, tá almenn móttøka fyri nýggju kyndilsbókini hjá Suna Merkisstein, Bjartur lýsir Kyndilslogin, var í Miðlahúsinum fríggjadagin.
Nógv fólk var komið saman at taka ímóti nýggju bókina, og tá ið Natte hevði sagt nøkur orð, reisteist sjálvur rithøvundurin, Suni Merkisstein. Hann fortaldi eitt sindur um søguna hjá Kyndli og um arbeiði við bókini.
Eftir móttøkuna fekk Sosialurin orðið á høvundan.
Lagt dent á fyrstu árini
Suni Merkisstein hevur dekkað mest sum alla 50 ára søguna sera væl, og hann sigur seg eisini hava hugsað, at bókin møguliga fór at blíva ov long.
- Tað vóru tíðir, har eg hugsaði, at bókin var ov stór. Kyndil hevur tó eina størri søgu enn hini feløgini, og teir hava eisini ómetaliga gott yvirlit yvir øll hagtølini, so har var nógv at skriva um.
Ofta standa nýggju minnini nærri í huganum hjá fólki, og tí valdi Suni at leggja stóran dent á fyrstu 25 árini.
- Eg havi lagt serligan dent á fyrstu 25 árini hjá felagnum í bókini. Her vóru ikki serliga nógvir dystir leiktir, og tí havi eg mest sum tikið dyst fyri dyst. Eg helt tað eisini vera týdningarmikið at dekka tað gamla, tí at hetta minnast fólk ikki so væl. Hetta vekir vónandi fram góð og gomul minnir hjá lesarum.
Glaður fyri samstarvið
Suni byrjaði uppá arbeiði við hesum stóra verki seint í 2005, so arbeiði hevur staðið uppá í nærum hálvtannað ár. Hann sigur seg tó ongantíð hava kett seg. Hinvegin hevur hann hugnað sær við arbeiðnum.
- Eg føldi hetta ongantíð at vera strævið. Eg havi hugna mær í tíðini, eg havi siti og arbeitt við bókini. Tað var heldur ikki ringt at fáa upplýsingar til vega, tí eg kom so at siga til búgvið borð. Alt tilfarið var klárt, so eg skuldi bara fara í gongd.
Suni var sum so liðugur at skriva alt tilfarið í november, og síðani tá hevur hann arbeitt við at fáa alt tað síðsta uppá pláss. Her hevur hann fingið góða hjálp frá serliga Niels Nattestad og Annsy Høghamar.
- Eingin ivi er um, at hjálpin frá Annsy og Natta hevur munað væl. M.a. vildu tey ikki útlevera gerðarbøkurnar hjá Kyndli, men í staðin kopieraðu tey allar síðurnar til mín. Tað hevur eisini verið stuttligt at arbeiða saman við teimum, og nú eri eg bara glaður um, at bókin endiliga er liðug, segði Suni at enda.









