Hevur hjálpt at hava løgreglufólk í býnum

Seinastu árini hevur løgreglan strammað upp, tá ið umræður býarlívið kring landið.

 

 

Tí fyri nøkrum árum síðani varð avgerð tikin um, at hava fleiri løgreglufólk gangandi í býnum, fyri at minka um óreglusemi av ymiskum slag.

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá, at um vikuskiftið var ein hending, sum leiddi til, at ein maður varð skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar. Hetta tí, at hann hevði kasta fløskur niður á vegin, sum fóru í sor.

 

 

- Vit hava ein 0 toleransu hugburð yvirfyri slíkum atburði, sigur vakthavandi.

 

 

Og sambært vakthavandi er støðan tann, at tað er blivið meira friðarligt í býarlívinum, síðani løgreglan valdi at seta meira inn á tí økinum.