Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
-------
Donsku Sosialdemokratarnir arbeiða í løtuni við eini ætlan, ið skal broyta sokallaða ”vælferðarstatin”. Tað vistu danskir fjølmiðlar at siga fyri fáum vikum síðani.
“Vit standa í eini búskaparligari støðu, har neyðugt er at umhugsa, um vit hava ráð til tær altumfatandi veitingarnar,” endurgóvu fjølmiðlarnir úr upplegginum frá Sosialdemokratunum. Sagt var eisini, at flokkurin ivast í, um onkrar almennar veitingar í framtíðini mugu raðfestast øðrvísi, og onkrar kanska heilt takast burtur. Ætlaðu sparingar sigast fara at raka bæði heilsuverkið, útbúgvingarskipanina og almannaveitingarnar.
“Danir eru blivnir raskari at krevja sín rætt, enn at gera sína skyldu”, stendur í upplegginum hjá Sosialdemokratunum.
Viðvendir leiklutir
Hetta er ikki júst tað, sum Sosialdemokratiski flokkurin er kendur fyri og neyvan er tað við góðum huga, at ætlanin verður sett í verk.
Í stóra andstøðuflokkinum, Vinstra, undra tey seg yvir hesa kúvending, tí seinastu 10 árini hava sosialdemokratarnir átalað harðliga allar broytingar av hesum slagnum, men nú sær út til at leiklutirnir eru viðvendir.
Hetta vísir hvussu stórur munur er á at vera í samgongu og andstøðu. Øll droyma um eitt vælferðarsamfelag, og so leingi sum tú ert í andstøðu kanst tú brúka stór orð um tað. Men í samgongu er neyðugt at hyggja eftir fíggjarliga veruleikanum, og hagar eru donsku sosialdemokratarnir nú komnir.
Eitt broytt samfelag
Í Føroyum, eins og í hinum Norðurlondunum, hava vit ikki sama samfelag nú sum vit høvdu, tá til dømis fólkapensjónin varð sett í verk. Samansetingin av aldursbólkum er munandi broytt, og tí mugu skipanirnar lagast til henda veruleikan. At andstøðuflokkar tala harðliga at førda politikkinum, er ikki løgið, men í samgongu høvdu teir eisini verið noyddir at gjørt líknandi tiltøk. Tað er ikki bara ein spurningur um ideologiir, men eisini um fíggjarliga veruleikan.
Í Norðurlondum eru útreiðslurnar til heilsuøkið tvífaldaðar síðani 1990, og í Noreg eru tær fýrafaldaðar. Øllum er greitt, at henda gongdin kann ikki halda fram. Neyðugt er við nøkrum grundleggjandi broytingum, og tað hava sosialdemokratarnir í Danmark nú valt at gera nakað við. Gomlu ráðini um effektivisering (tað at fáa meira fyri pengarnar), er ikki nóg mikið longur. Neyðugt er við grundleggjandi reformum.
Somu avbjóðingar
Avbjóðingarnar í Føroyum eru tær somu, sum tey hava í okkara grannalondum. Vit hava eina vælferðarskipan, sum í stóran mun verður fíggjað við skatti og almennum gjøldum og í lítlan mun við privatum tryggingum. Vit játta fleiri og fleiri pengar til hesar skipanir, men tað nøktar ikki tann vaksandi tørvin. Í hinum endanum hava vit eina minkandi arbeiðarafjøld, sum ikki klárar at gjalda vaksandi krøvini. Vit hava við øðrum orðum ein fíggjarligan veruleika, sum ikki samsvarar við okkara dreymar.
Mugu hugsa øðrvísi
Øll Norðurlond, eisini Føroyar, noyðast at taka stórar avgerðir, sum fara at broyta samfelagið nógv. Vit fara at hoyra hørð mótmæli, men um vit ikki taka avgerðirnar sjálvi, so fer onkur annar at gera tað fyri okkum, tá vit einki eiga at gjalda við. Men hóast henda veruleika, so eiga vit ikki at missa mótið, tí tað finnast aðrar loysnir enn tær sum vit eru von við.
Tað er ikki ein trupulleiki, at fleiri blíva eldri. Trupulleikin er heldur, at vit duga so illa at hugsa, at tingini kunnu gerast øðrvísi.