Hevur havt vanlukkuligar avleiðingar fyri mong

Lekar úr gomlum oljutangum dálka illa, men tryggingin vil ikki longur rinda fyri skaðarnar

- Tað er ein alsamt veksandi trupulleiki,  at gamlir oljutangar fara at leka og dálka alt

rundanum.

 

Tað vísir Heðin Mortensen, løgtingsmaður, og formaður í Kommunufelagnum á.

 

Tí vil hann nú hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, nær hon fer at  áseta reglur fyri, at oljutangar hjá fyritøkum og privatum húsarhaldum, verða skiftir fyri aldur við tí endamáli at forða ógvusligari dálking. 

 

- Dálking, ið stendst av lekum frá privatum oljutangum vindur altsamt uppá seg, staðfestir Heðin Mortensen, sum eisini er borgarstjóri í Havn.

 

- Høvuðsorsøkin er, at tangarnir gerast gamlir og tærdir uttan at verða skiftir.  

 

Ongar reglur eru á økinum, og ongar skipanir, eru, sum kunnu tryggja, at oljutangar verða skiftir við jøvnum millumbili, áðrenn teir verða so gamlir, at teir fara at leka.

 

- Kommunufelagið hevur fleiri ferðir heitt á landsstýrið um at reglur á økinum, sigur Heðin Mortensen.

 

 

Oljudálking frá gomlum oljutangum er eisini ein spurningur, Tórshavnar Býráð hevur viðgjørt. Les: Nógvar fráboðanir um oljudálking frá sethúsum

 

 

Hann sigur, at fundir hava verið ímillum tryggingarfeløg, oljufeløg, kommunur og landsstýrið, og har var semja um, at tørvur á at fáa reglur á økinum.

 

- Fleiri dømi eru um, at lekar fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri húskini sjálvi ella grannar, sigur Heðin Mortensen.

 

- Upptakið er bæði umfatandi og dýrt, og tryggingarfeløgini hava gjørt greitt, at tey ikki longur eru sinnað at bera kostnaðin, og ætla sær ikki at tryggja ímóti lekum frá gomlum oljutangum meira.

 

- Tí kunnu fíggjarligu avleiðingarnar fyri tann, sum eigur tangan, gerast serstakliga umfatandi, eitt nú, tá ið skaðin ikki verður uppdagaður tíðliga, men fær loyvi at breiða seg á grannaøki, undir hús, sigur Heðin Mortensen.

 

Um vit hugsa um, hvussu langt síðani tað er, at fólk av álvara fóru at fáa sær miðstøðuhita við niðurgrivnum oljutanga, kunnu vit vænta, at hesin trupulleikin fer at versna munandi komandi árini.

 

- Aðrastaðni eru skipanir, har fólk kunnu fáa fíggjarligan stuðul at skifta oljutangarnar. Talan er ofta um eldri fólk, sum frammanundan hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, sigur Heðin Mortensen.