Beint áðrenn Jónas G. Djurhuus fór at hvíla seg á gistingarhúsinum í Ringkøbing fekk Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 orðið á hann til eitt stutt prát.
Jónas G. Djurhuus hevði verið hjá lækna, og gleðiliga kundi hann staðfesta, at tað verður eingin trupuleiki at spæla dystin, ið Jónas sigur seg hava glett seg til í eitt hálvt ár.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr stuttu samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jónas G. Djurhuus.
Dysturin millum Føroyar og Danmark byrjar leygardagin klokkan 15.10, og Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.