Hevur gjørt seg inn á 50 børn

Ein 27 ára gamal barnagarðslærari í Amsterdam hevur játtað seg sekan í minst 50 tilburðum, har hann hevur gjørt seg inn á børn. Fleiri tilburðir eru endaðir á interenetinum. Talan er um eina av ringastu málunum nakrantíð í Hollandi tá um barnaporno ræður.

27 ára gamli lærarin, sum hevur arbeitt í minst tveimum skúlum, var handtikin í síðstu viku, eftir at ein amerikansk kanning hevði sporað onkra av myndunum aftur til Hollands.

Tá hendan myndin varð sýnd í hollendskum sjónvarpi, kendur eini foreldur aftur sítt egna barn og settu seg beinanvegin í samband við løgregluna, og maðurin varð handtikin sama kvøld.

Teldan hjá manninum var full av barnaporno. Hald varð lagt á hana og maðurin hevur síðani viðingi einar 25 tilburður har hann hevur framt misnýtslu móti børnum seinasta hálvtannað árið.

Í løtuni vita vit ikki nágreiniliga, hvussu nógv børn hava verið fyri misnýtslu av tí 27 ára gamla, sigur løgregluovastin í Amsterdam, Herman Bolhaar sambært Daily Mail.

Foreldrini til børnini, sum eru upp til fýra ára gomul, fingu fráboðan á einum hotelli í Amsterdam sunnudagin.

- Eg síggi tað sum mína fremstu uppgávu at upplýsa foreldrunum sp væl sum gjørligt, sigur borgarstjórin í Amsterdam, Eberhard van der Laan.

Maðurin hevur hollendskan borgararætt, men er upprunaliga úr Riga í Litavia. Løgreglan hevur ikki leysgivið navnið á manninum, men mynd av honum var sýnd á tíðindafundinum, sum varð hildin sunnukvøldið.

- Hetta var gjørt fyri at foreldur kunnu síggja, hvør maðurin var, tí hann bjóðaði seg eisini fram sum barnaansari hjá privatum, segði borgarstjórin í Amsterdam.