Hevur gingið sum smurt í alt summar

Tað vóru nógv, sum fryktaðu fyri, at tað fór at verða ruðulleiki í ferðsluni rundanum eystaru bryggju, tá ið nýggja Norrøna kom, men higartil hevur tað gingið sum smurt, sigur havnarmeistarin

Ferðsla

? Tað hevur gingið av tí allar besta at avgreiða bilarnar, sum skulu við Norrønu og Smyrli.
Jónsvein Lamhauge er havnarmeistari í Havn og hann er væl nøgdur við tað, hann hevur sæð higartil.
Tað hava annars verið mong, sum hava stúrt fyri ferðsluruðuleika í havnargøtum rundanum eystarubryggju, tá ið nýggja Norrøna kom í sigling- og serliga tá ið nýggi Smyril eisini kemur.
Nú er nýggi Smyril ikki komin enn, men tað, sum hann hevur sæð higartil í sambandi við bilarnar til og frá nýggju Norrønu, hevur so ikki loypt ótta á Jónsvein Lamhauge.
Hann sigur, at hóast ferðslan er nógv økt, síðani nýggja Norrøna kom, hevur tað gingið avbera væl at avgreiða allar bilarnar.
?Tað vóru tey, sum stúrdu fyri, at bilarðøðini fóru at standa langt niðan í býin, tá ið Norrøna skuldi avstað og helst, tá ið Norrøna og Smyril vóru í Havnini ísenn.
? Men veruleikin er, at bilarøðini eru ongantíð komin so langt niðan, sum niðan á vegin, sigur havnarmeistarin.
Havnarmeistarin vísir á, at verkfallið gjørdi at arbeiðið varð nakað seinkað og tí sá tað leingi eitt sindur ruðulleikakent út. Men nú tað er við at vera liðugt, heldur Jónsvein Lamhauge, at tað sær rættiliga væl út.

Væl skipað
Hann sigur, at orsøkin til, at tað hevur gingið so væl, er, at stór orka er løgd í at skipa ferðsluna væl sum gjørligt í sambandi við ferjurnar.
? Nógv fólk stendur á parkeringsøkinum og vegleiðir bilarnar. Samstundis er fleiri fólk sett í innskrivingina hjá Smyril Line, so tað hevur gingið bæði skjótt og væl at avgreiða bilarnar.
Og Jónsvein Lamhauge stúrir heldur ikki so nógv fyri gongdini, tá ið nýggi Smyril er komin afturat.
? Verður tað neyðugt, ber tað til at byggja parkeringsplássið út, sigur hann.
Hvussu tað skal gerast, hevur hann onki boð upp á enn. Men ein møguleiki, sum hevur verið nevndur, er at leggja dekk í og at gera økið til eitt parkeringshús í tveimum ella trimum hæddum.
Kortini heldur Havnarmeistarin, at tað er av stórum týdningi ikki at leypa framav.
?Tað er ongin orsøk at ovbyggja økið frammanundan.
Tískil heldur hann, at fyri at skemma økið minst møguligt, eigur tað ikki at vera bygt meiri enn neyðugt og tí heldur hann eisini, at tað er ongin orsøk at byggja meir, fyrrenn trupulleikin vísir seg.