Hevur gingið hampuligt í ár

Línubátarnir hava fingið eini 500 tons fyrra hálvár í ár og tað er á góðari leið, heldur fomaðurin í felagnum Línuskipum, Torleif Sigurðsson

 

Fiskiskapur


Tað hevur gingið heilt hampuligt hjá teimum føroysku línubátunum í ár.

Torleif Sigurðsson, formaðuir í felagnum Línuskipum, sigur, at bátarnir hava fingið eini 500 tons higartil í ár í miðal, summir minni og aðrir meiri og onkur er eisini, sum hevur fiskað 600 tons.

Hann heldur, at teir koma at liggja um 1.000 tons í ár í miðal og tað heldur hann, at teir kunnu vera nøgdir við sum so.

Hann sigur, at síðani 1997 hevur tað verið í ordan hjá línubátunum, men tað skerst ikki burtur, at 1998 var eitt óvanligt ár, tí tá vóru tað línubátar, sum fiskaðu 1.500 tons.

Formaðurin í Línuskipum fýslist kortini á, at tað er farið at trongast samanum hjá Línubátunum.

? Ein trupulleiki er, at umframt línubátarnir, eru tað nú eisini nógvir útróðrarbátar, sum eru farnir at fiska við línu.

? Tá ið prísurin á upsa lækkaði so nógv, fingu fleiri útróðrarbátar egningarmaskinu og fóru at fiska við línu .

? Sostatt eru línuskipini nú blivin nógv fleiri í tali enn tey vóru og tískil er tað eisini vorðið nógv trengri hjá línubátunum.

Ikki minst hevur tað elvt til ónøgd hjá línubátunum, at samstundis, sum bátarnir eru blivnir fleiri, er økið, sum teir hava at fiska á, eisini minkað rættiliga nógv.

? Stórir partar av leiðunum, vit fiskaðu á fyrr, eru nú friðað fyri líinubátar.

?Fyrr høvdu linubátarnir loyvi at fiska í klettin, men seinni vórðu grunnarnir undir Føroyum býttir sundur ímillum teir ymsu reiðskapirnar.

Síðani eru línubátarnir ikki slopnir inn um seks fjórðingar, men síðani er linjurnar í tí friðaða økinum lagdar soleiðis, at summastaðni vestanfyri, mugu línubátarnir halda seg 20 fjórðingar úr landi.

Hann sigur, at skipanin við at býta landgrunnin sundur virkaði væl. Men hann fýlist á, at inntriv verður gjørd í eina skipan, sum virkar væl, tí tað elvir bara til ónøgd og órógv.

Avleiðingin av øllum hesum er, at tað er ikki ein línubátur, sum klárar seg við teir 133 fiskidagarnar, sum teir hava í part og teir eru tí noyddir at keypa dagar.

Tí er støðan hjá útróðrarbátunum verri enn hjá øðrum skipabólkum.

Torleif Sigurðsson sigur, at nú hava íslendingarnir eisini friðað tær vanligu leiðirnar á suðureysturlandinum, har føroysku línuskipini plaga at royna.

? Sostatt loysir tað seg ikki hjá línubátunum at fara undir Ísland. Men tað ringasta er, at fiskileiðirnar undir Íslandi eru friðaðar í óásetta tíð og tað ber tí ikki til at fáa at vita, nær vit sleppa á tær aftur. Undir slíkum umstøðum ber ikki til at leggja til rættis - og tað ger tað enn trengri undir Føroyum, sigur Torleif Sigurðsson.

Hann leggur afturat, at hóast tað hevur gingið hampiligt hesi seinastu árini, er tað ikki hugsingur um at endurnýgja flotan, tí so væl gongur tað ikki.