Samanumtikið hevur tað gingið betur enn vit høvdu væntað.
Tað sigur Dánial Pauli Davidsen, samferðslu- og marknaðarleiðari á Strandferðsluni. Nú hevur skipanin, at fólk kunnu bíleggja sær ferðaseðil við Teistanum á internetinum, verið í gildi í eina viku og samferðslu- og marknaðarleiðarin sigur, at teir eru væl nøgdir við gongdina higartil.
Tað er fitt av fólki, sum brúka skipanina, uttan tó at hann hevur tey beinleiðis tølini við hondina.
Men talan er um eina nýggja skipan og tí væntaðu tey at tað fóru at vera viðurskifti, sum tað varð neyðugt at bøta um. Og samferðslu- og marknaðarleiðarin sigur, at tað hava tey eisini verið. Eitt nú riggaði ikki at bíleggja ferðaseðil við Masterkorti, men tað varð skjótt fingið í rættlag.
Dánial Pauli Davidsen sigur eisini, at fólk hava verið ófør at siga frá, teimum trupulleikar, tey hava havt og tað er komið væl við hjá teimum á Strandferðsluni.
Nú nýggja skipanin hevur verið í gildi í eina viku, sigur hann, at tað er ov tíðliga at samanbera gongdina undir hesari skipanini og teirri gomlu skipanini.
Tað fáa vit ikki gjørt fyrrenn ein tíð er fráliðin, tí tað kunnu viðurskifti, sum ávirka ferðamynstrið. Eitt nú kann tað hava stóra ávirkan á ferðamynstrið, at rakstur og slaktið akkurát er farið afturum.
Sum støðan er nú, kunnu fólk bara bíleggja ferðaseðil á internetinum á rutuni frá Gomlurætt til Skopunar. Hinvegin vil Borgarstjórin í Skopun, Gerhard Lognberg ikki lata Landsverk sleppa á havnarlagið í Skopun at merkja bíðirøðini til bilarnar upp, tí hann vil, at ein stórur partur av Teistanum skal altíð vera tøkur til fólk, sum ikki bíleggja ferðaseðil á internetinum. Tí ber ikki til at bíleggja ferðaseðil á rutuni úr Skopum til Gomlurætt.
Og Dánial Pauli Davidsen sigur, at enn er ongin broyting á tí økinum.
Tá ið skipanin er roynd í verki í eina tíð, er ætlanin at seta hana í gildi aðrastaðni eisini, eitt nú á Kalsoyarleiðini.









