Hevur fleiri vansar við sær

Størsti vansin er, at næstan øll viðurskifti eru ókend og duld fyri teimum, sum bjóða upp á fiskirættindi

– Øll uppboðssøla av fiskirættindum eigur at vera opin.

 

Tað sigur Føroya Reiðarafelag, nú landsstýrið er komin til eina niðurstøðu um, hvussu viðurskiftini skulu skipast, nú ætlanin er at selja fiskirættindi á uppboði.

 

Reiðarafelagið sigur, at í ár hevur Landsstýrið gjørt av at selja øll rættindi á afturlatnari uppboðssølu, men undanfarin ár hevur uppboðssølan bæði verið opin og afturlatin .

 

Føroya Reiðarafelag mælir enn sum áður frá at nýta uppboðssølu, men skal tað vera, eiga rættindi bara at verða boðin út á opnari uppboðssølu, sigur felagið.

 

Ein opin uppboðssølan hevur størst gjøgnumskygni og opinleika, har luttakarar hava upplýsingar um gongdina, meðan bjóðað verður.

 

Hinvegin hevur ein afturlatin uppboðssøla fleiri vansar, sigur Reiðarafelagið.

 

Størsti vansin er, at næstan øll viðurskifti eru ókend og duld fyri teimum, sum bjóða, eitt nú minstiprísur, og tað ger tað torført hjá luttakarum at meta um, hvussu teir skulu bjóða, sigur Reiðarafelagið. 

 

Trýst HER og les meiri um, hvørjar tankar, Reiðarafelagið hevur gjørt sær um uppboðssøluna.