Hevur Fólkaflokkurin ongi moralsk mørk?

Fyrispurningar til Anfinn Kallsberg, løgmann og til tíðindaleiðararnar í almennu fjølmiðlunum.

Tíbetur hugsi eg ikki, at nógv fólk lesa Dagblaðið. Men hetta er alment málgagn hjá Fólkaflokkinum og verður stýrt av formanninum í tingbólki Fólkafloksins. Sostatt er avsendarin av hesum, flokkurin hjá løgmanni, Anfinni Kallsberg.
Eg havi í nýggjari tíð ongantíð sæð slíka hatska skriving og útspilling av øðrum menniskjum. Tann boðskapur, sum gongur ígjøgnum skrivingina í Dagblaðnum, er so andstyggiligur, at tú øtast. Fólkaflokspolitikarar verða hálovaðir fyri arbeiði, sum teir ongan heiður hava av, meðan serliga samgongufelagin Tjóðveldisflokkurin, verður spiltur niður í sand og øsku.
Serliga Karsten Hansen, Høgni Hoydal, Heini O. Heinesen og Torbjørn Jacobsen hava verið so persónliga útspiltir í Dagblaðnum seinastu 5 árini, at tað hevði rúgvað upp í eina heila orðabók av ókvæmisorðum. Avgjaldsgrísur, stampatrampari, lygnari, hundur og beist, eru bert milum tey mildastu heiti, ið Fólkafloksins málgagn hevur sett á teir. Samanberingar við hópdrápsmenn og bølmenni hava somuleiðis verið gerandiskostur. Og heldur ikki eru familjurnar hjá tjóðveldispolitikarum slopnar undan útspillingini hjá Fólkaflokkinum.

Friðaður í klassa A
Andstyggiligheitirnar í skriving Fólkafloksins hava tó ongantíð elvt til politiskar gølur ella nakra kritiska viðgerð í Útvarpi ella Sjónvarpi. Hinvegin hava Fólkaflokkurin og almennu fjølmiðlarnir fleiri ferðir gjørt stórar gølur burturúr, tá onkur tjóðveldispolitikari hevur sagt okkurt minni hóskiligt um løgmann, sum tó ikki er nær námind so grovt, sum skriving Óla Breckmans.
Eg veit tildømis, at Sjónvarp Føroya eigur upptøkur av Óla Breckmann, tá hann í 1998 á Gamla Apoteki leyp fullkomiliga fram av og spilti Signar á Brúnni og Heina O. Heinesen út fyri opnum myndatóli við eiðum og ókvæmisorðum. Men SvF tordi ikki at senda hetta út.
Minni enn tvey ár seinni sendi SvF tó út eina bandupptøku hjá Sosialinum við Torbjørn Jacobsen. Hví verður hesin munur gjørdur?
Niðurstøðan kann bert vera, at Fólkaflokkurin hevur ongi moralsk mørk og ongin setur krøv um, at hann skal fylgja vanligum fólkaskikki. Hann kann siga hvat hann vil, uttan at nakar almennur fjølmiðil setur spurnartekin við tað. Og hann kann kalla øll onnur fyri hvat sum helst.
Men almennu fjølmiðlarnir gera gølu burturúr, um onkur sigur sína hugsan ov hart um fólkaflokspolitikarar.
Tað sær altso út til, at Fólkaflokkurin verður friðaður í klassa A, helst tí at fjølmiðlarnir sjálvir ræðast útspillingina frá fólkaflokspolitikarum.

Geva øðrum skyldina
fyri alt
Seinasta dømið um, hvussu grovt Fólkaflokkurin sleppur at týggja sær, er málið við Jørgen Niclasen. Ein landsstýrismaður er farin út um sínar heimildir, og ein drúgv kanning staðfestir hetta. Almennir pengar eru saneraðir ov nógv hjá privatum fyritøkum.
Fjølmiðlarnir gera nógv burturúr og reisa teir røttu spurningarnar. Fólkaflokkurin og Løgmaður bróta øll moralsk mørk í royndini at verja sínar egnu. Øll vita, at var ikki talan um ein fólkafloksmann, so hevði málið verðið avgreitt sama dag, sum kanningin kom.
Men Fólkaflokkurin og Løgmaður draga málið út og hava einsamallir ábyrgdina av, at Jørgen Niclasen verður settur frammanfyri tey rullandi sjónvarpstólini.
Undir viðgerðini spilla fólkafloksmenn Tjóðveldisflokkin út og eru teir einastu, ið ikki duga at fara virðiliga fram.
"Knívar í bakið", "Níðingsgerð" og "Jørgen hevur onki skeivt gjørt" verður rópt upp í saman, hóast alt er beinleiðis ósatt.
Hvussu kann tað vera ein knívur í ryggin frá Tjóðveldisflokkinum, at Jørgen Niclasen ikki hevur umsitið eftir lógini?

Tjóðveldisflokkurin skyldina av feilunum hjá fólkafloksmonnum?
Eftir útspillingina hjá Fólkaflokkinum av Tjóðveldisflokkinum og av almennu fjølmiðlunum, byrja almennu miðlarnir at hokna. Útvarpið sigur, at hørð orð og kegl flugu millum samgonguflokkarnar, og eigur Fólkaflokkurin nú ikki at siga samgonguna upp, spyrja teir.
Men hvør leyp á nakran uttan júst Fólkaflokkurin? Og hvussu kunnu mistøkini hjá einum fólkaflokslandsstýrismanni, knappliga gerast trupulleikin hjá Tjóðveldisflokkinum? Og hví spyrja almennu fjølmiðlarnir nú løgmann, um hetta kann elva til samgonguslit
Síðani koma Dagblaðið og fleiri lesarabrøv hjá fólkafloksmonnum, har teir framvegis royna at kasta skyldina fyri egin mistøk yvir á Tjóðveldisflokkin. Hann hevur annars gjørt alt eftir bókini í hesum máli og hevur ikki brúkt eitt ókvæmisorð ella lagt eftir nøkrum persóni.
Eg havi fingið nóg mikið av hesum og vil tí spyrja bæði løgmann og tíðindaleiðararnar í almennu fjølmiðlunum nakrar spurningar.

Fyrispurningar til Løgmann, Anfinn Kallsberg.
Tekur Løgmaður undir við teimum orðum, ið verða søgd um formann, tingfólk og landsstýrisfólk Tjóðveldisfloksins í Dagblaðnum og í øðrum almennum miðlum frá serliga Óla Breckmann?
Hvat hevði løgmaður gjørt, um formaður í tingbólki Tjóðveldisfloksins ella annar tinglimur alment hevði rópt Løgmann fyri svíkjara, knívstingara, judas, pilatus o.s.fr???
Hví sigur Løgmaður, at ein kanningarstjórafrágreiðing kann ikki brúkast tá hon sigur, at Fiskimálaráðið er farið út um heimildirnar í lógini. Men í somu viku sigur hann, at ein onnur kanningarstjórafrágreiðing kann brúkast, sum hevur fríkent Signar á Brúnni? Er munur á monnum ella á kanningarstjórum?
Hví valdi Løgmaður at útseta Jørgen Niclasen fyri almenna viðgerð í fleiri tímar, tá hann kundi sloppið undan tí?
Hvat hevur Tjóðveldisflokkurin gjørt skeivt í málinum við Jørgen Niclasen, og hvat av hesum er grundarlag fyri at landsins leiðari tosar um samgongutrupulleikar?

Fyrispurningar til tíðindaleiðararnar í Sjónvarpi Føroya og Útvarpi Føroya.
Høvdu tit mett tað sum tíðindir, at formaður í tingbólki Tjóðveldisfloksins kallaði løgmann ella ein fólkaflokslandsstýrismann fyri avgjaldsgrís, lygnara, avrættara, beist, hund, Judas, Pilatus, knívstingara og tílíkt?
Hví eru tað ikki tíðindir, tá ein leiðari í Fólkaflokkinum stútt og støðugt persónliga spillir varaløgmann út, meðan eitt heilt summar gongur við at viðgera í tíðindunum, at ein tjóðveldismaður hevur sagt okkurt um løgmann?
Hví sendi SvF ikki upptøkuna við Óla Breckmann, har hann leypir framav, meðan SvF sendir bandupptøku við Torbjørn Jacobsen, sum verður útvegað frá Sosialinum?
Hví spyrja tíðindafólkini um samgongan er í vanda, tá ein fólkafloksmaður hevur gjørt nakað skeivt, men ikki tá aðrir landsstýrismenn eru í trupulleikum?
Hví siga tíðindafólk í Útvarpinum, at beisk orð og kegl flugu millum samgonguflokkarnar í tinginum, tá bert fólkafloksmenn vórðu óhøviskir?
Verða tíðindir viðgjørd út frá ymsum krøvum um moralsk mørk og fólkaskikk hjá ymsu politikarunum.