Jógvan er útbúgvin hárskeri, og tað var eisini sum slíkur, at hann av fyrstan tíð fór til Íslands.
Væl hevur gingist í so máta, og fyri stuttum læt hann saman við tveimum øðrum upp Unique, sum liggur í Borgartúni og er ein av teimum størstu og best umtóku hárfríðkanarstovunum í Reykjavík. Umframt tey trý, sum eiga fyritøkuna, eru seks onnur fólk í starvi, og Jógvan hevur hug at smílast, tá vit spyrja, hvussu hetta fæst at sampakka við strævnu tónleikaskránna, ið liggur fyri framman eftir X-factor sigurin.
- Tað er ein góður spurningur, men í løtuni fái eg ikki reiðiliga svarað hesum. Eg veit bara somikið, at eg havi fingið ein veldugan luksus-trupulleika. Komandi tvær vikurnar skal eg brúka nógva tíð í studio, har nýggja fløgan skal spælast inn, men samstundis veit eg, at kalendarin er fult bókaður á arbeiðsplásisnum hesar dagarnar.
- Men eg má so royna at fáa alt at passa saman. Ivaleyst noyðist eg at flyta onkra klipping, men eg ætli mær at náa sum mest kortini. Og tíbetur hava viðskiftafólkini verið framúr positiv higartil. Mest sum hvørja ferð eg havi vunnið meg eitt umfar longur í kappingini, havi eg verið noyddur at flyta onkra avtalu. Men íslendingum so líkt, so hava fólk alla tíðina skilt mína støðu, og tað hevur ongan tíð verið ein trupulleiki ið so máta, sigur Jógvan.










