Hevur einki við fiskivinnunýskipanina at gera

Nú er tað bara soleiðis, at óansæð hvat hendir, so verður tað, ið reiðararnir gera, turkað av upp á landsstýrismannin, sigur Høgni Hoydal.

- Tað er harmiligt at hoyra, at manningin á Sjúrðarberg er uppsøgd, men tað er ikki rætt, tá Hanus Hansen sigur, at tað hevur nakað við fiskivinnunýskipanina at gera.


Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá ið hann verður spurdur um viðmerking til tíðindini at Sjúrðarberg er seldur av landinum.


Landsstýrismaðurin ger greitt, at hann er grundleggjandi ósamdur við teimum, ið hava hug at geva fiskivinnunýskipanini skyldina fyri, at tað er neyðugt há JFK at minka um sín flota, men at onnur viðurskiftir gera seg galdandi.


- Kvotan í Barentshavinum er minkað nakað orsaka av, at Norra og Russland fylgja ICES-tilráðingunum. Men tað sum JFK hevur eftir í Barentshavinum, er tað sama, ið teir høvdu frammanundan. Teir fingu 85 prosent av kvotuni og hava keypt restina á uppboðssølu. So teir hava tað sama sum áður, óansæð um fiskivinnunýskipan varð samtykt ella ei, sigur Høgni Hoydal.


Landsstýrismaðurin vísir á, at tað er ikki ókent, at skip verða seld og keypt, men at hann visti frammanundan, at fólk framyvir fóru at seta tað í samband við fiskivinnunýskipanina.


- Nú er tað bara soleiðis, at óansæð hvat hendir, so verður tað, ið reiðararnir gera, turkað av upp á landsstýrismannin. Tað má man bara taka við, men í hesum føri er tað ikki soleiðis. Man roynir at gera hetta málið til eitt mál um fiskivinnunýskipanina, men hetta málið hevur einki við tað at gera, tí uppboðssølan er longu avgreidd og reiðararnir hava enn tað sama eftir, sigur Høgni Hoydal.


At vit seinni fara at síggja broytingar innan fiskivinnuna er nakað, ið landsstýrismaðurin væntar, men tað sum hendir í løtuni hevur einki við tað at gera, og er mest bara mótstøðan móti fiskivinnunýskipanini, ið kemur til sjóndar, metir hann.


- Vit hava áður sæð, at skip verða keypt og seld, og tá verður tað ikki lagt út á hendan hátt, men tað verður tað gjørt nú. So hetta er ein partur av mótstøðuni móti fiskivinnunýskipanini, at man krøkir aðra lutir upp í enn tað, ið er veruligt. Men sjálvandi vil fiskivinnunýskipanin skapa møguleikar fyri, at broytingar verða framdar í vinnuni, og tað er eisini endamálið, sigur Høgni Hoydal.