35 ár er ikki 35 dagar. Tað er helvtin av einum mansaldri. Í samfull 35 ár hevur Erhard Mortensen starvast á brennistøðum í Tórshavnar kommunu. Seinasta dag í júst farna ári ? hin 31. desember 2009 ? kundi Erhard Mortensen hátíðarhalda sín sjeyti ára føðingardag. Dagurin varð hildin í Posthúskjallaranum í Havn, har opið hús var frá klokkan 11 á morgni til klokkan 17 seinnapartin.
Erhard er eitt kent andlit í Tórshavnar kommunu. Ein orsøk er, at hann í samfull 35 ár hevur starvast á brennistøðunum í kommununi ? fyrst í Havnardali og síðan á Sandvíkarhjalla.
Aðrar orsøkir til, at mong kenna hendan stilla, fryntliga og hittinorðaða mann er, at hann í heili 24 ár starvast sum kontrollørur í Havnar Bio, at hann í fleiri ár var í leiðsluni í Mimir og at enda, at hann nógvu tey seinastu árini hevur havt frítíðarbát og hevur verið virkin í Tórshavnar Bátafelag og saman við bátsfólki annars kring um landið.
Erhard, sum hevur síni ættarbond í Trongisvági og á Tvøroyri, er framvegis í starvi á Kommunalu Orku-og Brennistøðini á Sandvíkarhjalla.
Áðrenn hann byrjaði í starvi í brenningini í Havnardali fyri 35 árum síðan, var Erhard eitt skifti sjómaður, har hann eitt nú var nakrar túrar við Tjaldrinum, og síðan lossaði hann fyri Skipafelag Føroya á bryggjuni í Havn í nøkur ár.
Erhard Mortensen er sonur Ethel og Eli Mortensen, sum vóru úr ávikavist Trongisvági og av Tvøroyri. Hann eigur tveir brøður, Hans og Heðin Mortensen, sum er yngstur og er borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu.
Á Portalinum liggur myndafrásøgn frá sjeytiára føðingardegnum, har nógv fólk heilsaðu føðingardagsbarninum.