Hevur brúk fyri tínari hjálp

Ein partur av granskingini hjá John Mitchinson er at kanna støðuna við donskum millum fólk í dag. Í næstum verða spurnabløð send til 500 tilvildarlig fólk. – Eg vóni at so nógv svara sum gjørligt, so úrslitið verður eftirfarandi, sigur hann

Málgransking

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Onglendingurin John Mitchinson er í hesum døgum í Føroyum og savnar seinastu upplýsingarnar í gransking hansara.

John Mitchinson hevur sett sær fyri at granska nýtsluna av donskum í dag og broytingina í nýtsluni av donskum í Føroyum frá fyrr, og er hann við at skriva doktararitgerð um júst hetta.

Serliga ætlar hann at leggja dent á munin millum hvussu tey yngru og tey eldru ættarliðini tosa danskt.

- Mann lesur í bókum og greinum, at tey eldru tosa danskt við føroyskum tónalagi, meðan tey ungu tosa danskt við donskum tónalagi. Eg vil vita eitt sindur meira um tað – er tað okkurt sum tey ungu gera við vilja? Og eg vil eisini vita hvat munurin millum tey eldru og tey ungu merkir, tá ið mann hugsar um danska málið í samfelagnum, greiðir John Mitchinson frá.


500 úr telefonbókini

John Mitchinson hevur longu verið úti á studentaskúlunum í Havn og á Kambsdali, og hevur hann fingið aftursvar frá gott 300 studentaskúlanæmingum.

Nú manglar honum bert at kanna, hvussu ættarliðini omanfyri 20 ár nýta málið. Til hetta fer hann í nærmastu framtíð at senda út eitt spurnablað til 500 tilvildarliga vald fólk í høvuðsstaðnum.

- Eg havi lagt ein adresseraðan brævbjálva við og roynt at gjørt tað so lætt sum gjørligt, tí eg veit at tá fólk fáa nakað inn gjøgnum dyrnar, tey ikki kennast við, so verður tað oftast tveitt í ruskspannina. Tað vóni eg at fólk ikki gera, og so tekur tað hóast alt bara fimm minuttir, sigur John Mitchinson, ið vónar at fólk fara at geva spurnablaðnum gætur.