Hevur blusurnar hjá Muamba og Morosini

Poul Thomas Dam hevur skift um troyggju við bæði Fabrice Muamba og Piermario Morosini, sum báðir hava fingið hjartatilburð, meðan teir hava spælt fótbóltsdyst.

 

Hesar báðar hendingar hava sjálvsagt skakað fótbóltsheimin sum heild, men ikki minst 24 ára gamla havnarmannin Poul Thomas Dam.

– Tvær ferðir í mínum havi eg býtt um blusu aftaná ein dyst. Fyrstu ferð eg býttu um blusu, fekk eg blusuna hjá Muamba. Næstu ferð skifti eg um við Morosini, sigur Poul Thomas Dam við Sosialin, sum kom á gøturnar í dag. Eins og Muamba og Morosini var Poul Thomas mettur sum ein ógvuliga evnaríkur fótbóltsleikari í Føroyum. Hann hevur umboðað Føroyar bæði á U17, U19 og U21-landsliðnum.

Og tað var í samband við eina NM-kapping hjá U17-landsliðnum, at Poul Thomas fekk troyggjuna hjá Muamba. Føroyar spældu ikki móti Onglandi, men høvdu eina avtalu við enska landsliðið um, at leikarar á liðunum báðum fingu troyggjurnar hvør hjá øðrum.

– Hin ferðin var við U21-landsliðnum í Italia. Tá kom Morosini yvir til mín aftan á dystin. Hann spurdi, um vit skuldu býta um troyggju og eg segði sjálvandi ja, greiðir Poul Thomas frá í Sosialinum.

 

Tað var fyri júst einum mánaði síðani, 17. mars, fekk tá 23 ára gamli enski Bolton-leikarin Fabrice Muamba ein hjartatilburð á vøllinum. Muamba var deyður í samfullar 78 minuttir, áðrenn læknarnir fingu gongd í hjarta hansara aftur.

Um vikuskiftið small aftur ein fótbóltsleikari um. Hesaferð var tað 25 ára gamli italiumaðurin Piermario Morosini, sum smokkaði saman undir dysti. Morosini hevði sáttmála við Udinese í bestu italsku deildini, men var leigaður út til Livorno í næstbestu deildini.

 

– Eg bleiv øgiliga kløkkur, nú Morosini eisini small um. Eg havi eisini verið eitt sindur uppi at koyra um alt hetta, tí tað er nokk so óhugnaligt. Men tað er ikki so nógv, eg kann gera við tað, sigur Poul Thomas Dam við Sosialin.