Hevur bjargað mær frá pínu og møði

Súkklingin við Rynkeby hevur havt góða ávirkan á heilsustøðuna hjá Ragnari Isaksen.

Nógva súkklingin við Rynkeby-liðnum hevur havt ómetaliga góða ávirkan á heilsustøðuna hjá Ragnari Isaksen, sum hevur álvarsligu, kronisku sjúkuna cystiska fibrosu, og er millum føroysku súkklararnar, sum eru á veg til París.

 

- Team Rynkeby hevur bjargað mær undan einum lívi við dagligari pínu og møði, sigur Ragnar Isaksen, sum fyrst og fremst súkklar til París fyri at vera við til at savna pening til børn við lívshættisligum sjúkum og til familjur teirra. Hann kennir seg eisini sum eitt umboð fyri tey, sum eru rakt, tí hann hevur sjálvur álvarsliga sjúku.

 

Ein eyka ágóði av at vera partur av Rynkeby-liðnum er, at súkklararnir eru í sera góðari venjing, og fyri Ragnar hevur tað serliga stóran týdning.

 

- Í mínum føri kenni eg tað altíð sum um, at eg havi knívin á barkanum, tá talan er um mína sjúku. Og eg bæði kenni meg noyddan og vil halda meg í góðari venjing, sigur Ragnur Isaksen, sum eisini heldur, at felagsskapurin í Team Rynkeby er fantastiskur.

 

49 súkklarar og 11 hjálparfólk eru við í ferðalagnum hjá Team Rynkeby Føroyum, sum fór úr Føroyum tíðliga fríggjamorgunin.

 

Í gjár varð súkklað úr Hirtshals til Aalborg, og í dag verður súkklað til danska marknabýin Padborg. Tilsamans skal føroyska liðið súkkla einar 1.300 kilometrar. Liðið kemur til París leygardagin.

 

Hetta er fimta árið á rað, at eitt føroyskt Rynkeby-lið súkklar til París. Higartil hevur Team Rynkeby Føroyar savna omanfyri fýra milliónir krónur. Peningurin er farin í ein grunn, sum Krabbameinsfelagið umsitur.