Hevur Bjørn fingið Sambandið á beint í sjúkrahúsmálinum?

Bjørn Kalsø fegnast um, at tað eydnaðist at fáa Javnaðarflokkin á beint í sjúkrahúsmálinum. Rokni við, at hann sipar til landsfundarsamtyktina, ið var soljóðandi:

»Javnaðarflokkurin staðfestir, at sjúkrahúsverkið umfatar og skal framvegis umfata øll trý sjúkrarhúsini - Og at neyðugt er at fremja nakrar bygnaðarligar broytingar í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfólk, til tess at styrkja tey trý sjúkrarhúsini«.
Í hesum sambandi er tað kanska vert at minna Bjørn Kalsø á, at landsfundurin, ið myndar hópin av fólki úr øllum landinum, er hægsti myndugleiki floksins.

Hvørja støðu hevur Sambandsflokkurin?
Áhugavert hevði verið at fingið staðfest, hvussu er í Sambandsflokkinum viðvíkjandi sjúkrahúsunum. Magni Laksafoss, tingmaður og fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, skeyt upp at skera 30 mió av sjúkrahúsjáttanini á fíggjarlógini og leggja sjúkrahúsini saman til eitt sjúkrahús.

Landsfundarsamtykt Sambandsfloksins
Tann 26. mars 2011 hevði Sambandsflokkurin landsfund, og har var soljóðandi landsfundarsamtykt, um sjúkrahúsverkið:
»Vit eiga at varðveita 3 sjúkrahús. Skjøtil skal setast á at skipa Sjúkrahúsverk Føroya sum eina felags eind við einari Leiðslu«.

Sambandsflokkurin ongin trygd fyri sjúkrahúsini
At fyrigykla norðoyingum og suðuroyingum, at Sambandsflokkurin er nøkur trygd fyri at sjúkrahúsini ikki verða niðurlagað, er at fyrigykla veljaranum nakað, ið ongin trygd er fyri.
Skal eg geva Bjørn Kalsø eini góð ráð, so er tað at fáa skil á Sambandsflokkin og hansara støðu til sjúkrahúsini og nýta meira orku til tað enn til at harta Javnaðarflokkin.