Hevur bara fiskað við línu

Tummas Andreassen, sum er ættaður av Viðareiði, men búsitandi í Kunoy, hevur siglt øll árini, síðan hann fór úr barnaskúlanum 14 ára gamal. Eitt, sum sermerkir tíðina hjá honum á sjónum, er, at hann øll hesi árini hevur fiskað við línu

Umborð

 

- Eg havi ongantíð roynt við øðrum enn línu og kenni tískil ikki til annan veiðireiðskap, sigur 35 ára gamli, Tummas Andreassen.

Eftir at hava verið við fleiri av línuskipunum,

sum eru heimahoyrandi í Klaksvík – og eisini við saltfiskalínuskipinum Sigurfara, hevur hann seinasta árið róð út saman við Hans Paula Purkhús.

- Hans Pauli drívur 38 fót stóra útróðrarbátin Brattaskorð, sum Osmund Olsen, ættaður úr Svínoy, búsitandi í Klaksvík, eigur. Eg var saman við Hans Paula tað mesta av einum ári. Vit báðir vóru umborð, og annar maður skipaði fyri egningini á landi.

Tummas sigur, at teir hava egnt línuna upp á tann “gamla” mátan, sum hann tekur til.

- Ta fyrstu tíðina, meðan eg var við Brattaskorð, egndu vit sauri, kúfisk og høgguslokk, men tíðliga í fjør vetur fóru vit at blanda gággu upp í agnið.

Hann sigur, at báturin eigur gággurúsur, men teir drivu útróðurin so hart, tá líkindi vóru, at hugsingur var ikki um at fiska gággu eisini.

- Tá ið viðraði fylgjandi dagar, og vit vóru á útróðri, hevði tað verið ov møtumikið, um vit eisini skuldu fiskað agnið sjálvir. Men í desember í fjør fóru vit so at keypa feska gággu frá Comet, sum burtur av fiskar gággu til útróðrarflotan.

Tummas sigur, at leiðirnar, teir serliga hava roynt við Brattaskorð, eru leiðirnar norður úr Kallinum og millum Kallin og Nakkin.

- Ein stórur partur av veiðini hevur verið hýsa, men tá vit fóru at blanda gággu upp í agnið, fingu vit munandi meira av toski, eisini á vanligu leiðunum, har hýsa vanliga plagdi at vera tann størsti parturin.

Hann sigur, at teir róðu út við 36 stampum um summarið og 40-45 stampum um veturin, tá líkindi vóru.

- Orsøkin til, at vit høvdu meira línu við um veturin, er, at í vetrarhálvuni eru dagarnir vanliga ikki so samanhangandi, og tí ráddi um at hava eina hampiliga stóra setu við sær.

Tummas letur væl at tíðini, hann var saman við Hans Paula Purkhús umborð á Brattaskorð.

- Um veturin kann vera harðbalið at rógva út, men hetta var ein góð tíð, og vit tjentu væl. Brattaskorð er ein ediligur bátur, sigur hann.

Fyri fyrstu ferð, síðan hann fór til skips fyri 20 árum síðan, hevur Tummas nú lagt seg upp á land at arbeiða.

- Eg fekk í boði eitt arbeiði á Høvdavirkinum í Leirvík í summar, og her havi eg verið síðan í juli mánaða. Mín uppgáva er at standa við eina maskinu á virkinum. Eg arbeiði sjey dagar um vikuna frá 8 á morgni til 20 á kvøldi, og síðan havi eg frí í eina viku. Næstu vikuna arbeiði eg frá klokkan 20 á kvøldi til klokkan 8 morgunin eftir. Og sleiðis rulla vaktirnar, sigur hann.

Tummas sigur, at honum dámar hetta arbeiði væl, og fortjenastan er í lagi.

Vit fregnaðust, um hann í dag kanska angrar, at hann ikki legðist uppi fyrr og fann sær eitt arbeiði uppi á landi.

- Nei, tað geri eg ikki. Mær hevur altíð dámt væl at siglt. Eg havi havt nógvar góðar løtur á sjónum. Onkrar hava kanska verið minni góðar, men tíbetur hava vit tann eginleika at fortreingja tær minni góðu løturnar.

Tummas sigur, at svágur hansara hevur maskinbát, og í frívikuni dámar hon væl at sleppa á flot.

- Tá tú hevur siglt í so nógv ár, og hugurin til sjógvin er góður, er tað ikki so lætt at leggjast uppi at arbeiða, men nú fáa vit at síggja, hvussu verður.

Fyrsti túrur hjá Tummasi sum 14 ára gamal var við Pison í 1987.

- Eg var bara ein túr við Pison í hesum umfari. Síðan fór eg umborð á Sigurfara, og her var eg við tveir saltfiskatúrar.

Eftir túrarnar við Sigurfara, fór hann

umborð á Polarstjørnuna, og her var steðgurin langur. Tummas var við Polarstjørnuni árini frá 1988 fram til miðskeiðis í nítiárunum.

- Eftir hetta róði eg út í umleið eitt ár og fór síðan umborð aftur á Pison, sum eg í hesum umfari var við í níggju ár.

Tummas sigur, at heystið 2003 gjørdist besta tíðin til inntøku, sum hann nakrantíð hevur upplivað á sjónum.

- Hetta var ein serlig tíð – ein tíð, tú helst bara eina ferð upplivir í lívinum.

Pison gjørdi fleiri roktúrar á Føroyabanka á heysti 2003.

- Í tveir mánaðir gjørdu vit fýra túrar á Føroyabanka, og hesar báðar mánaðirnar tjenti eg heili 226.000 krónur, sigur Tummas.

Spurdur, um hann ongantíð hevur verið í skúla aftur síðan barnaskúlan, sigur hann, at einasta prógvið, hann hevur fingið síðan tá, er koyrikort.

- Eg havi ikki havt ambitiónir um at farið í skúla aftur og sloppið mær upp á brúnna. Vit hava tíbetur havt nóg mikið av fólki til tær uppgávurnar, sigur hann.

Tummas og konan, Annika, fluttu í nýggj hús í Kunoy í 2003. Frammanundan høvdu tey leigað eini eldri hús í bygdini í seks ár.

- Eg helt, at tá ið eg sigldi, kundu vit eins væl búgva í bygdini, haðani konan er. Mær dámar væl í Kunoy, sigur Tummas Andreassen, sum saman við Anniku eigur børnini Atla, ið er 10 og Ránnvá, sum er 5 ár.