Jórun Ludvig er einasti spælarin á Kyndils-liðnum, sum eisini var við, tá Kyndil seinast vann FM-heitið.
Saman við liðfeløgunum kundi Jórun fegnast um FM-gullið, sum Kyndil ognaði sær leygardagin.
Hetta er fyrsta FM-
heitið hjá Kyndils kvinnum í 15 ár, og tað er ein løta at
bíða.
– Ja, tað er leingi at bíða. Fyri Kyndil er hetta lang tíð, og at tað nú eisini gjørdist greipan, er bara heilt fantastiskt.
Tit hava ongan tíð vunnið greipuna fyrr. Hevur tann spurningurin fylt nakað, síðani tit í februar vunnu steypafinaluna?
– Slettis ikki. Tað var faktiskt ikki fyrr enn í morgun, at eg fann útav, at Kyndil ongan tíð hevði vunnið greipuna hjá kvinnum fyrr. Eg havi vunnið bæði lands- og steypakapping fyrr, men tað hevur so ikki verið í sama ári, sigur Jórun.
Dysturin leygardag var fyrst og fremst merktur av tveimum framúr sterkum verjum, og Jórun viðgekk, at talan var um harðan og strævnan dyst.
– Verjurnar stóðu øgiliga væl. Hjá okkum riggaði slettis ikki at fáa gongd á álopsspælið, men tíbetur var tað sama eisini galdandi fyri VÍF. Og hetta er fyrst og fremst verjunum fyri at takka.
Sjálv er Jórun ikki millum tær yngstu á liðnum, og hon fekk at enda eisini spurningin, sum verður settur flestu veteranum: Ert tú til reiðar at vinna meira gull næsta ár?
– Beint nú eri for troytt til yvir høvur at hugsa um nakran hondbóltsdyst. Men man tað nú ikki fara at verða kortini, sigur hon.