Hevur arbeiði árið út

Tað munnu vera fáar smáar fyritøkur, sum kunnu reypa av at hava arbeiði árið út, men tað kann snikkaravirkið á Skerinum í Skopun gera. So meðan aðrar fyritøkur noyðast at siga fólki upp, gongur Odmar Hentze í hesum døgum og hugsar um at seta fleiri fólk í starv

Skopun legði fyri nøkrum árum síðani eitt ídnaðarøki av, og hóast tað í nógv ár bert var blandistøðin hjá J&K Petersen á økinum, eru nú fleiri virkir at finna har.

Sosialurin hevur áður havt samrøðu við stjóran á Grótvirkinum, Magnus Petersen, sum er eitt av virkjunum á ídnaðarøkinum, og aðrastaðni í blaðnum í dag er samrøða við Svein Høgnason, sum er stjóri á turkivirkinum Sp/f Skerið, sum er eitt annað av virkjunum á ídnaðarøkinum.

Fyri lítlum ári síðani varð so enn ein høll reist á sama øki. Tað var Odmar Hentze, ið leigaði gomlu goymsluhøllina hjá timburhandlinum Sand og hevur innrættað hana sum snikkaravirki.

- Ja, tað eru einir sjey, átta mánaðir síðani vit byrjaðu snikkaravirkið her, sigur Odmar Hentze.

Hann hevur lagt seg eftir at framleiða úthurðar og vindeygu, og kann á tann hátt samstarva við hinum snikkaravirkinum í oynni heldur enn kappast móti tí.

- Vit gera onkur borð og onkrar benkur, men tað er fyri tað mesta úthurðar og vindeygu, og tað verður so at siga alt gjørt eftir bílegging, sigur Odmar Hentze.

Tá talan er um úthurðar er tað fyri tað mesta mahogni hurðar, sum teir framleiða, men eisini nakað av furu úthurðum verða gjørdar eisini. Tað er alt eftir, hvat fólk ynskja.

Virkið hevur fingið eina rættiliga góða byrjan, og inntil fyri stuttum komu allar bíleggingar úr oynni.

- Tað er nústaðni nú, at bíleggingar byrja at koma aðrastaðni frá, annars hevur alt verið bílagt her suðuri frá, sigur Odmar Hentze.

Sum hjá so nógvum øðrum á Sandoynni hevur snikkaravirkið í Skopun einki merkt til nakra kreppu enn.

 

Nógvar aðrar royndir

Tað hevur ikki altíð ligið í kortunum, at Odmar Hentze skuldi byrja sítt egna snikkaravirki – og tó.

- Nei, eg havi siglt nógv, áðrenn eg fór at arbeiða hjá kommununi sum umsjónarmaður í eini tvey-trý ár, áðrenn eg byrjaði við snikkaravirkinum, sigur Odmar Hentze.

Sum so mangur annar rýmdi Odmar Hentze av landinum, tá kreppan leikaði í, og tá arbeiddi hann eitt árs tíð á einum snikkaravirki í Danmark. Og tað dámdi honum ógvuliga væl. Men hvussu bar tað til, at hann valdi at fara undir eitt snikkaravirki?

- Eg veit ikki heilt. Eg havi so ofta hugsað um ein lítið verkstað, og so kom hetta dettandi í hendurnar á mær. Fólk spurdi, hví eg ikki gjørdi okkurt slíkt, og so helt eg, at tíðin kanska var komin til tað, sigur Odmar Hentze.

Hann sigur, at hevði hann vita av at kreppan kom, hevði hann helst ikki farið undir hetta, men hann heldur kortini, at hann tók røttu avgerðina.

- Høllin er sum nevnt leigað frá timburhandlinum Sand, og eg setti hana sjálvur upp. Hetta eru nokk so passalig hølir at byrja við, haldi eg, sigur Odmar Hentze.

Sum omanfyri nevnt liggur snikkaravirkið á ídnaðarøkinum í Skopun.

- Her er rættiliga nógv virksemi rundan um, so tað er rættiliga hugaligt at koma her um morgnarnar, og økið liggur væl fyri eisini, sigur Odmar Hentze.

 

Nógv bygging

Snikkaravirkið hjá Odmar Hentze hevur havt nóg mikið at gera, síðani tað byrjaði.

- Ja, tað hevur verið nóg mikið at gjørt. Og tað standa nógv arbeiði fyri framman her í Skopun. Útbyggingin av skúlanum er farin í gongd, og sum eg havi skilt, skulu fýra nýggj sethús byggjast her í Skopun í nærmastu framtíð eisini, so tað er nokk at gera, sigur Odmar Hentze.

Hann er sjálvur annar til arbeiðis á virkinum, og tað er í minna lagi.

- Vit hugsa um at taka ein lærling inn nakað skjótt, sigur Odmar Hentze.

Hann sigur, at fólk hava framvegis hug at byggja, hóast undirsjóvartunnilin hevur drúgv útlit.

- Sjálvandi vóna fólk at hann kemur, men sjálvt um tað sær eitt sindur svart út beint nú, so hava fólk ikki mist hugin at byggja. Og tunnilin kemur væl einaferð, tað málið er samtykt við so stórum meiriluta sum næstan einki annað mál, so vit rokna við, at hann kemur, sigur Odmar Hentze.

Tunnilin er ikki lívsneyðugur fyri júst virksemið hjá snikkaravirkinum, men hann hevur kortini týdning.

- Tað merkir, at vit mugu planleggja øðrvísi. Vit kunnu ikki bara loypa avstað til Havnar, tá vit vilja, sigur Odmar Hentze.

 

Nokk í løtuni

Hingartil hevur verið nóg mikið at gjørt til levering á Sandoynni, og sum tað sær úr í løtuni líða teir onga neyð.

- Fyribils hava vit nógv mikið at gera her suðuri, men sjálvandi ætla vit okkum víðari, fáa vit møguleikan til tað, sigur Odmar Hentze.

Millum stóru bíleggingarnar er skúlin í Skopun, sum í hesum døgum verður útbygdur við trimum stórum skúlastovum umframt einum rættiliga stórum felagshøli. Og tann bíleggingin er mest sum komin í hús.

Nógv virksemi er á Sandoynni og serliga í Skopun, sum umframt tey virkini, sum eru á ídnaðarøkinum eisini hevur eitt flakavirki, sum hevur rættiliga nógv og støðugt arbeiði. Og tað er við til at halda positivu vónini uppi.

- Ja, avgjørt. Tað saman við trúnni upp á, at tunnilin kemur ger, at fólk eru positiv í Skopun, sigur Odmar Hentze.

Og fyri snikkaravirkið á Skerinum sær ógvuliga gott út í løtuni.

- Vit hava nokk av arbeiði fyri árið, so hjá okkum sær tað heilt gott út í løtuni, sigur Odmar Hentze.

Árið er sum kunnugt nýliga byrjað, so at hava arbeiði so nógvar mánaðir fram hevur nógv at siga. So Odmar Hentze gongur í hesum døgum og umhugsar, at økja um starvsfólkatalið, antin tað so verður við einum manni ella við einum lærlingi.