Hevur aftur broytt troyggjulitin hjá Cardiff

Eigarin hjá Cardiff, Vincent Tan er ikki til at rokna út

Nærum øll fótbóltslið í Bretlandi hava hildið fast við somu troyggjulitir í fleiri ættarlið, men hetta tyktist ikki at røra sjáldsama eigaramannin hjá Cardiff, Vincent Tan.

 

Cardiff, sum í fleiri ættarlið høvdu kelinavnið "The Bluebirds" eru nú aftur bláir. Í heili 114 ár millum 1898 og 2012 hevði Cardiff bláar troyggir, men tað sá malaysiski eigarin, Vincent Tan stórt uppá, og broytti litin Cardiff hevði havt gjøgnum 114 ár til sín yndislit, nevnliga reytt. Men nú hevur eigarin, Vincent Tan, sum bjargaði Cardiff undan húsagangi í 2012 aftur broytt meining. 

 

Trúgvu og drúgvu viðhaldsfólkini hjá Cardiff hava verið milt sagt dansandi óð um, at Vincent Tan broytti litin, sum Cardiff hevði gjøgnum 114 ár. Og tey hava stríðst ótroyttiliga fyri, at Cardiff skal venda aftur til tann søguliga, bláa litin. Trúgvu og drúgvu viðhaldsfólkini hava nú fingið løn fyri sítt stríð, tí tann óútrokniligi Vincent Tan er blotnaður, og sigur seg nú síggja týdningin av felagsskapi, harmoni og gleði, og hevur tí givið "grønt ljós" til tann bláa litin. 

 

Viðhaldsfólkini fegnast stórliga um, at søguligi liturin er komin aftur til heiður og æru, men enn er tað stóra takið eftir hjá Cardiff, tí felagið hevur framvegis stórar trupuleikar við gjaldførinum. 

 

Cardiff liggur í løtuni á 12. plássi í tí næstbestu ensku fótbóltsdeildini.