Neyvan er síðsta orðið sagt í stríðnum um borgarstjórasessin í Havn.
Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn samráðast í løtuni um nýggja samgongu, har Fólkaflokkurin fær leiðsluna við Anniku Olsen sum borgarstjóra.
Og júst tað, at Fólkaflokkurin fær borgarstjóran er ein fantastiskt støða hjá Fólkaflokkinum, sum hevur ligið lágt í Suðurstreymi seinastu árini. Vit kunnu longu nú staðfesta, at Fólkaflokkurin fer at vaksa aftur, at flokkurin fær góða undirtøku á næsta býráðsvali, sum eisini kann smitta av til bæði løgtings- og fólkatingsval í høvuðsstaðnum.
Borgarstjóraeffektin ger, at tað er ein ynskistøða hjá einum flokki at fáa borgarstjóran – serliga hjá einum lítlum flokki sum Fólkaflokkinum í Havn, sum soleiðis kann tryggja sær framgongd á næsta vali.
Søgan vísir, at tað í sær sjálvum at fáa borgarstjórasessin førir til framgongd.
Í 1984 vaks Fólkaflokkurin frá 3-5 umboð – eftir at hava havt borgarstjóran.
Í 1996 vaks Sambandsflokkurin frá 3-4 umboð – eftir at hava havt borgarstjóran.
Í 2000 vaks Tjóðveldi frá 2-3 umboð – eftir at hava havt borgarstjóran.
Í 2008 vaks Javnaðarflokkurin frá 2-5 umboð – eftir at hava havt borgarstjóran.
Í 2012 vaks Javnaðarflokkurin frá 5-7 umboð. – eftir at hava havt borgarstjóran.
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin hava søguliga ofta verið lítlir í Havn og hava vunnið sterka umboðan eftir at hava havt borgarstjóran.
Tað er tí, at borgarstjóraeffektin næstan altíð er so sterk – og tað fer heilt víst at gagna Fólkaflokkinum til næsta býráðsval.
Les eisini analysu frá 16. januar í ár: Fólkaflokkurin: Annika Olsen borgarstjóri í Havn
Spurningurin er bara nú, um tað fer at eydnast Heðini Mortensen og Javnaðarflokkinum at órógva samstarvið millum flokkarnar, sum nú samráðast. Tað fer neyvan at eydnast Heðini Mortensen at vinna borgarstjórasessin aftur. Men Javaðarflokkurin kann bjóða Tjóðveldinum borgarstjórasessin og eftirlíka øllum politisku ynskjum floksins og soleiðis tryggja Tjóðveldinum góða undirtøku á næsta býráðsvali, soleiðis at Tjóðveldi verður størsti flokkur í Tórshavnar býráð.
Hóast Tjóðveldi neyvan vil váða sítt trúvirði við at bróta eina skrivliga avtalu við Fólkaflokkin og Framsókn, so kunnu einar samráðingar altíð endað úrslitaleysar – størsta avbjóðingin er uttan iva tíðin. Trupulleikin hjá Fólkaflokkinum er, at tað er Heðin Mortensen, sum ger av, nær nýggja býráðið kann skipa seg á býráðsfundi. Tað skal bara vera fyri 1. januar.
Ein borgarstjórasessur til Anniku Olsen var nóg mikið at bróta eina skrivliga avtalu. Spurningurin er, hvat ein borgarstjórasessur til Gunvør Balle kann broyta?
Tað hava tey 49 dagar at hugsa um...