Hevndin verður eirindaleys

Ísrael fer at hevna palestinsku atsóknirnar sunudagin, sum kostaðu níggju mannalív, og hevndin verður eirindaleys, sigur stjórnin

MiÐeystur
Árni Joensen:

Ísraelska stjórnin svór í gjár, at teir palestinsku felagsskapirnir, sum halda fram við at søkja at málum í Ísrael, skulu fáa av at vita. Serliga verður hugsað um felagsskapirnar, sum skipa fyri sjálvmorðsbumbuatsóknum, og í kunngerðini hjá stjórnini stóð, at hevndin fyri hesi álopini verður eirindaleys.
Teir níggju ísraelsmenninir, sum doyðu sunnudagin, vóru í einum bussi, sum ein palestinskur sjálvmorðsbumbumaður sprongdi í luftina við einari bumbu. Tilburðurin var tætt við býin Safed har norðuri í Ísrael. Bussurin var á veg úr býnum Haifa, og fleiri hermenn vóru millum ferðafólkini.
Stutt eftir spreingingina ringdi ein maður til fronsku tíðindastovuna AFP. Maðurin segði seg umboða felagsskapin Hamas og segði, at tað vóru teir, sum høvdu skipað fyri atsóknini við Safed.
ES og USA fordømdu alt fyri eitt atsóknina.
Aftur í gjár gjørdu vápnaðir palestinar um seg. Útvarpið hjá ísraelska herinum segði, at ein maður hevði skotið eftir einum ísraelskum bili nærhendis Ramallah á Vestara Áarbakka. Í bilinum vóru niðursetufólk, maður, kona og tvey børn. Maðurin og konan doyðu, og bæði børnini, sum vóru fimm ár og seks mánaðir, vórðu særd.

Tátta takið
Ísraelski herurin kunngjørdi í gjár, at hann fer at tátta takið um fimm palestinskar býir afturat til tess at forða fleiri fleiri atsóknum.
? Havandi í huga tað, sum er hent í seinastuni, hava vit gjørt av at avmarka rásarúmið hjá fólkinum í Jenin, Nablus, Tulkarm, Qalqilya og Ramallah, stóð í kunngerðini frá herinum. Býirnir Betlehem og Hebron sleppa undan teimum herdu tiltøkunum.
Í síðstu viku loystu ísraelsmenn nøkur av bondunum, sum teir hava havt palestinararnar í, og m. a. varð fráboðað, at palestinar, sum arbeiddu í Ísrael, skuldu sleppa aftur til arbeiðis. Í kunngerðini frá herinum í gjár stóð, at ætlanin er at halda fram við at linna tiltøkini í býum, har tað er friðarligt.