Hevndin hjá Beckham

Bólkur F:
Fýra ár eftir at hann varð rikin av vølli, slapp Davic Beckham loksins at hevna seg, tá hann við brotssparki avgjørdi dystin millum Argentina og Ongland

HM-fótbóltur
Jákup Mørk

Nógv orð eru skrivað um hendingina, tá Kim Milton Nielsen í 1998 gav David Beckham reyða kortið í dystinum millum Argentina og Ongland. Hetta var sum so bert enn ein útgáva av vanliga dramanum, sum hoyrir til, tá hesi lond hittast, men fytri ensku stjørnuna gjørdust avleiðingarnar øgiligar.
Hann var við eitt mest hataði maðurin í Bretlandi, og tað gekk mest sum eitt ár, áðrenn fólk so spakuliga byrjaðu at fyrigeva honum hetta.

Alt er fyrigivið
Í dag er alt fyrigivið. Fólk hava framvegis ikki gloymt ?98, men Beckham gjørdist hetjan, tá Ongland fríggjadagin vann ein sera týðandi sigur á Argentina. Málið kom eftir eitt heldur ivasamt brotsspark, tá dómarin metti, at beinini vórðu tikin undan Michael Owen.
Var ivamál um brotssparkið, so var tó eingin ivi um, at Ongland hevði sigurin uppibornan. Fyrstu 70 minuttirnar av dystinum kom Argentina snøgt sagt ikki nær námind bretska málinum. Enski press-fótbólturin hóvaði meira dólsku argentinumonnunum stak illa, og júst hetta er kanska eisini frágreðingin til, hví ein framúrskarandi fótbóltsleikari sum Juan Sebastian Veron ikki er follin til í Manchester United. Fríggjadagin skuldi hann vísa øllum Bretlandi, at hann eigur at teljast millum teir bestu, men heldur ikki hann fekk eitt beint til jørðina, og varð í hálvleikinum skiftur út.
Og málmøguleikarnir trutu heldur ikki. Owen hevði eitt skot á stongina, áðrenn hann seinni syrgdi fyri brotssparkinum, og í seinna umfarinum høvdu bæði Scholes og Sheringhamm drønandi fluktarar, sum málverjan tó fekk vart fyri.

Larsson bjargaði svium
Úrslitið ber við sær, at onglendingar við einum javnleiki í seinasta dystinum eru vísir í at koma víðari úr deyðans bólki, sum bólkur F alt fyri eitt varð doyptur.
Nigeria hevur nevnliga einki at spæla fyri, eftir at teir taptu fyri Svøríki. Afrikanararnir løgdu seg annars á odda tíðliga í dystinum, men við tveimum málum frá stórkjúttanum hjá svium, Henrik Larsson, vendi Svøríki dystinum.
Úrslitini fríggjadagin gera annars, at Argentina er í sera trongum skóm undan seinasta umfarinum. Líkt er nevnliga til, at teir teir skulu vinna dystin á Svøríki fyri at koma víðari úr bólkaspælinum, og tað verður so undir ongum umstøðum nøkur løtt uppgáva. Sanniliga er tað ikki tað, sum argentinar høvdu roknað við undan kappingini, men eins og fleiri av hinum favorittunum í endaspælinum, so mugu teir sanna, at dystirnir eisini verða leiktir aðra staðni enn á pappírinum.

Úrslit:
Svøríki-Nigeria 2-0 (1-1)
0-1: Julius Agahowa, 27
1-1: Henrik Larsson, 35
2-1: Henrik Larsson (br.), 62

Argentina-Ongland 0-1 (0-1)
0-1: David Beckham (br.), 44