Hevndi seg inn á fimm bilar

Ein 21 ára gamal maður varð sunnunáttina handtikin av løgregluni fyri at hava
gjørt seg inn fimm bilar í J. Nolsøesgøtu í Havn. Hann játtaði seg sekan.

Havn: Kl. 02:48 sunnunáttina fekk løgreglan eina uppringing frá einum íbúgva í J.
Nolsøesgøtu.
Viðkomandi segði seg hava afturhildið einum ungum manni, sum hevði gjørt seg
inn á bil hansara. Hann hevði m.a. brotið eitt av speglunum á bilinum.
Løgreglan kom á staðið og tók sær av manninum, sum játtaði at hava gjørt seg
inn á henda bilin  og fýra aðrar bilar í somu gøtu!
Bilarnir stóðu allir parkeraðir framvið vegnum, og líkt er til, at ungi
maðurin hevur tikið teir ein fyri ein og hevur gjørt seg inn á m.a. speglini
á hesum bilunum.
Enn veit løgreglan ikki orsøkina til hesar gerðirnar hjá unga manninum.
Annars hevur talan verið um eitt friðarligt vikuskifti í høvuðsstaðnum.