Hevndi illgerðir móti døtrum

Í gjár varð ein 51 ára gamal maður dømdur linastu revsing fyri at hava sligið ein 85 ára gamlan mann. Sambært vitni varð sleggja uppi í málinum, men henda varð als ikki tikin við í dómin

16. mai 2007. Ein 49 ára gamal maður arbeiðir í fjósinum. Hann røktar seyðin. Í túninum gongur ein 83 ára gamal maður og melur. Hann er undir illgruna fyri at hava gjørt seg inn á døturnar hjá 49 ára gamla manninum. Long tíð er gingin, síðan tað er komið fram, at 83 ára gamli maðurin hevur gjørt seg inn á døtrarnar, og nú flýtur bikarið hjá yngra manninum yvir.

Hetta er um kvøldið, yngri maðurin hevur drukkið eitt sindur og er illur, samstundis sum hann kennir eitt stórt máttloysi, tí rættarskipanin arbeiðir so seint við hinum málinum.

Tað er ov mikið fyri yngra mannin, sum fer inn til tann eldra og slær hann við flatari hond undir vangan.

Tað næsta yngri maðurin veit, situr hann heima hjá sær sjálvum saman við trimum politistum.

Eldri maðurin verður innlagdur av tilburðinum, og fær skaðar á vinstra vanga.


Gongdin í rættinum

8. juni 2009. Báðir menninir hittast í rættinum. Eldri maðurin hevur fyrr verið fastur gestur í húsunum hjá yngra manninum, men síðan 16. mai 2007 hava teir ikki tosað saman.

Yngri maðurin, sum er ákærdur, er fyrstur í heita stólin. Hann greiðir frá hendingini, sum hon er skrivað omanfyri. Hann leggur stóran dent á, at tað var bikarið, ið fleyt yvir, tí at onki hendi í hinum málinum. Hann greiðir frá, at hann føldi seg sera provokeraðan av, at eldri maðurin bleiv við at ganga í túninum, hóast yngri maðurin hevði bannað honum hetta. Umframt at eldri maðurin hevði hótt døtrarnar við, at hann skuldi gera enda á mammuni hjá teimum.

Løtu seinni kemur eldri maðurin í rættin. Hann er illgongdur og sær út at vera rættiliga illa fyri.

Hann minnist ikki so nógv, men greiðir frá, at hann lá og svav, tá yngri maðurin breyt inn í húsini og gjørdi seg inn á hann. Hann minnist ikki reiðiliga, um hann er sligin eina ella fleiri ferðir, og um tað var við knýttum neva ella flatari hond.

Hann sigur seg heldur ikki vita, hví yngri maðurin sló hann. Men hann veit, at hini siga, at hann hevur gjørt seg inn á døturnar, men tað hevur hann ikki, sambært honum sjálum.

Sambært báðum monnunum valdaði friður, meðan hendingin fór fram.


Sleggjan bleiv burtur

Eitt triðja vitni var í rættinum. Hetta vitnið greiddi frá, at viðkomandi hevði hoyrt hendingina. Vitnið greiðir frá, at tað var larmur í heilar fimm minuttir. Løtu seinni kom yngri maðurin út úr húsinum við eini sleggju. Hesa nevndu hvørki yngri ella eldri maðurin. Vitnið greiðir frá, at onki prát var í túninum, og at nøkur í grannalagnum fóru eldra manninum til hjálpar.

Sambært heilsuverkinum var maðurin sligin við sleggju í andlitið, men hann hevði ikki fingið varandi mein av nøkrum slag.

Tá dómurin varð sagdur, varð sleggjan ikki nevnd við einum orðið.


Sleppur undan fongsli

Tann nú 51 ára gamal maðurin fekk eina revsing í Føroya rætti, sum ber í sær, at hann skal gjalda rættarkostnaðin, samstundis sum hann ikki skal bróta lógina næsta árið. Maðurin tók við dóminum.

Vanliga verða 30 dagar í fongsli givnir fyri tílíka gerð, men vegna umstøðurnar í málinum varð dómurin gjørdur so linur, sum hann kann vera.