Hondbóltur
Tveir dystir verða leiktir í fremstu hondbóltsrøðunum í kvøld, og verða teir báðir í Vestmanna.
Talan er um besta kvinnu- og mansliðið hjá Neistanum, sum vitjar, og á heimaliðunum munnu tey ikki vera í iva um, at tey eiga hevnd til góðar.
Seinast liðini hittust, var nevnliga seinasta leikumfarið í vár, og gjørdist úrslitið tá, at neistamenn tryggjaður sær meistaraheitið, eftir at VÍF annars hevði átt oddasessin meginpartin av kappingarárinum. Harumframt syrgdu bláklæddur kvinnurnar eisini fyri, at tær hjá VÍf vórðu skumpaðar út í gloymskuna, eftir at tær so at siga alt kappingarárið høvdu havt heiðursmerki í eygsjón.
Sakna tvær
Hjá monnunum er einki at ivast í, at VÍF er favorittur. Neistamenn hava als ikki somu styrki, sum teir høvdu í fjør, meðan vestmenningar tykjast púra einaráðandi.
Hjá kvinnunum er VÍF eisini favorittur, men partvíst byggir favorittheitið á, at Neistin noyðist at vera tveir leikarar fyri uttan, sum tær fegnar vildu havt tøkar.
Bjørg Patursson fekk eitt fullkomuliga láturligt reytt kort, tá Neistin um vikuskiftið vann á Tjaldrinum, og noyðist hon tí at sita leikbann av sær.
Heldur ikki er Inga Danberg tøk, orsakað av at hon í oktober mánaði leikti ein dyst við íslendska ÍBV, har hon royndarvandi.
Ivasamar reglur
Einki er at siga til, at tey í Neistanum iðra seg um hetta. Tey mundu annars halda, at alt var í lagi, tí grein 4.5 í reglunum hjá HSF, Flyting millum útland og Føroyar, nevnir einki um, at leikari skal bíða í 30 dagar.
Hetta er annars galdandi, tá leikari skiftur millum føroysk feløg smb. grein 4.1, men 4.5 nevnir so einki um hetta. Kortini hevur HSF av prinsipiellum ávum gjørt av, at hetta eisini skal vera galdandi í slíkum førum, og neyvan er meira, sum Neistin fær gjørt við tað.
Aftur her tykist sostatt at vera ivamál um, hvørjar reglur eru galdandi á hondbóltsøkinum, so einki er at ivast í, at aðalfundurin komandi hevur okkurt at taka støðu til.