Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn
Tað er, sum tað skal vera, at gjøgnumskygni verður í skattagjaldingini, so skattaborgarin veit, hvat hann rindar hvørjum landinum og kommununi.
Men motivini hjá landsstýrissamgonguni fyri at fara undir eina slíka natúrliga upplýsing vóru ikki serliga háborin, skula vit meta okkum eftir orðaskiftinum á tingi.
Tey tykjast eina og aleina vera stýrd av, at tað ikki eydnaðist teimum til fulnar at fyrigykla fólki ein skattalætta, sum teir sjálvir tóku inn aftur við hinari hondini, tá fíggjarlógin varð samtykt.
Tá kommunurnar skuldu yvirtaka nøkur málsøki frá landinum, skuldi landið lækka sín skatt við tí kostnaðinum, sum landið slapp at kasta av sær, og kommunurnar hækka sín skatt at fíggja tær nýggju skyldur, sum tær átóku sær.
Men landið lækkaði ikki sín skatt við teimum pengunum, sum tað spardi. Teir hildu fram at taka teir pengarnar inn, sum teir spardu av útleggingini. Haraftrat lovaðu teir ein skattalætta, sum teir sjálvir ótu upp.
Tað sigur seg sjálvt, at kommunurnar kundu ikki átaka sær nýggjar skyldur uttan at fáa fleiri inntøkur, tvs hækka kommunuskattin. Tí var tað markleysur frekleiki av løgtingsmonnum fyrst at uppihalda sínum inntøkum og so haraftrat krevja, at kommunurnar skuldu gjalda skattalættan.
Máti skal vera við at vilja rista breiðar álir av øðrum!
Tá tað er sagt, so gleða vit okkum sjálvandi eisini til, at borgarnir veruliga sleppa at síggja, hvat teir fáa fyri skattapengarnar, sum teir rinda kommununi, og hvat teir fáa afturfyri pengarnar, sum teir rinda landinum.
Tað verður eisini spennandi at síggja, hvussu glaðir borgarnir í eitt nú Tórshavnar kommunu verða tann dagin, tá kommunuskattur, goldin í Havn, skal flytast øðrum kommunum at dusa sær við.
Vónandi verða løgtingið og landsstýrið til ta tíð lika altráð eftir at syrgja fyri, at tað kemur við á kontoúrritið frá fíggjarmálaráðnum, hvar kommunuskatturin verður brúktur har, sum skattaborgarin býr og virkar, ella onkra heilt aðrastaðni, har botnurin er farin undan karinum.