Hevna seg inn á skøturnar

Seinastu dagarnar eru ellivu deyðar tindaskøtur funnar á avstralsku eysturstrondini.

Teir seinastu dagarnar hava myndugleikarnir í Avstralia fingið boð um, at fólk hava funnið deyðar tindaskøtur ymsastaðni fram við eysturstrondini. Fyrradagin vórðu tvær halaleysar tindaskøtur funnar við Deception Bay norðan fyri Brisbane, og í gjár vórðu níggju funnar við Harvey Bay, skrivar blaðið Sydney Morning Herald.

Tað serliga við teimum deyðu tindaskøtunum er, at onkur hevur skorið halan av teimum. Tað hevur fingið myndugleikarnar at halda, at hetta kann hava samband við tilburðin, tá tann kendi náttúru- og sjónvarpsmaðurin Steve Irwin doyði, eftir at ein tindaskøta hevði stungið hann í bringuna.

Vinfólk hjá Steve Irwin ávara fólk ímóti at hevna seg inn á tindaskøturnar.

-Tað er heilt burturvið, og tað hevði Steve heldur ikki viljað, sigur vinmaðurin Michael Hornby.

Onnur halda, at menn hava fangað skøturnar fyri at skera tindarnar av teimum og at selja teir sum minnislutir seinni.