Í gjár tók løgreglan eina knallert uppi í Hoyvík, har førarin ikki hevði loyvi at koyra, men kortini hevði hann tvey ferðandi uppi á súkkluni.
- Her var talan um ymiskt brot, tí tað var ikki nóg mikið við, at førarin ikki hevði loyvi at koyra og hevði tvey aftrat sær uppi á knallertini.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at knallertin eisini var bygnaðarbroytt og kundi tískil koyra skjótari, enn loyvt er.
- Bæði tann, sum koyrdi súkkluna, sum var ein lítil knallert og eigarin av knallertini verða skuldsettir, segði vaktleiðarin í morgun.