Rætturin í Glostrup fer væntandi í dag at gera av, um ein 41 ára gamal maður er sekur í at hava dripið føroyska sálarlæknan Mariann Stenberg. (Arkivfoto). - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Hevði planlagt at drepa sálarlæknan

Tann 41 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið føroyska sálarlæknan, Marian Stenberg, hevði planlagt at drepa hana.

Rætturin í Glostrup fer væntandi í dag at gera av, um ein 41 ára gamal maður er sekur í at hava dripið føroyska sálarlæknan Mariann Stenberg. (Arkivfoto). - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Tað sigur serákærin, Peter Rask, tá hann í morgun kemur við proseduru síni í rættarmálinum ímóti tí 41 ára gamla manninum.

– Hann var altráur at drepa Mariann, at hann eisini stakk tveir aðrar persónar, sum royndu at hjálpa henni, sigur ákærin.

Ákærin vísir á, at maðurin fór út eftir einum knívi, sum hann tók við inn á deildina. Tað gjørdi hann sambært ákæranum, tí hann vildi drepa kvinnuna.

Tann 41 ára gamli maðurin er ákærdur fyri drápið, tvær drápsroyndir, og fleiri føri av harðskapi, hóttanum og eina neyðtøkuroynd.

Hann noktar seg sekan. Verjin hjá manninum, Luise Høj, vísir til sinnisstøðu hansara.

Í eini mentalkanning av manninum er tað mett, at hann skal sendast á Sikringin í Slagelse, sum er ein serliga tryggjað deilt, uttan tíðaravmarking, um hann verður dømdur. Ta metingina hevur Rættarlæknaráðið tikið undir við.

Tað er eisini tað, sum Peter Rask krevur.

– Hann kann ikki rúmast á eini vanligari rættarpsykiatriskari deild, hann er alt ov vandamikil, sigur ákærin.

Tann 41 ára gamli hevu fleiri ferðir brotið ákæran av, meðan hann tosaði, og sagt nei, tá ákærin hevur sagt, at hann heldur eina ákæru verða prógvaða.

– Nei, nei, tað passar ikki. Eg havi tað fínt sálarlliga! sigur maðurin, tá ákærin sigur hann vera vandamiklan.

Tann 41 ára gamli maðurin er diagnostiseraður við paranoid skizofreni. Hann er áður dømdur ein viðgerðardóm, og tað var tí, at hann var knýttur at Retspsykiatrisk Ambulatorium í Brøndby, tá drápið varð framt.

Tann 66 ára gamla føroyski sálarlæknin, Mariann Stenberg, var viðgeri hansara. Hann greiddi mikudagin frá í rættinum, at hann fata læknan sum provokerandi, og hann var ónøgdur við, at hon eftir øllum at døma vildi geva honum meiri heilivág.

Dómur fellur senni í dag.

/ritzau/