Í Eysturoyartunlinum er tað bara loyvt at koyra við bili ella á motorsúkklu. Tá ið Eysturoyartunnilin varð tikin í brúk, vóru serlig trygdarkrøv sett til ferðsluna. Tað merkir, at tað er bara loyvt at koyra ígjøgnum tunnilin við akførum, sum kunnu koyra skjótt. Sostatt eru reglurnar hesar:
• Tað er ikki loyvt at ganga, renna ella súkkla í Eysturoyartunlinum.
• Tað er ikki loyvt at koyra skutara ella prutl í Eysturoyartunlinum.
• Tað er ikki loyvt at steðga og fara út úr bilinum - uttan í neyðstøðu.
Men tað hendur seg meiri enn so, at fólk ikki fylgja forskriftunum, hóast stór skelti standa við tunnilsmunnarnar. Hinvegin eru vakmyndatól í tunlinum og tey skráseta alt, sum hendur. Og aftur í gjár fekk løgreglan boð um, at ein maður var farin til gongu ígjøgnum tunnilin. Løgreglan fór eftir honum og tá var hann staddur beint við rundkoyringina. Løgreglan steðgaði manninum, sum var útlendingur. Hann skilti hvørki danskt ella enskt, og enn minni føroyskt. Men Løgreglan fekk kortini tað burtur úr honum, at hann hevði ikki fingið við, at tað var ólógligt at ganga ígjøgnum tunnilin.
Men talan var um ein hampamann, so løgreglan gjørdi ikki meiri við tað, so hann slapp undan eini bót. Tey tóku hann upp í og sleptur honum av uttan fyri tunnilin, við eini prædiku um, at tað var ikki loyvt at vera til gongu í tunlinum.











