– Hevði hon bara sitið í hasum forbenda trygdarbeltinum, sigur Annleyg Hansen, sum koyrdi bilin, tá 19 ára gamla systir hennara doyði í ferðsluvanlukku.
– Tað hendi alt so knappliga. Annleyg minnist bara, at hon føldi bilin glíðaog gjørdi tað, hon kundi, fyri at rætta bilin upp. – Eg visti, at eg mátti ikki nerta bremsuna, annars ánaði eg ikki, hvat eg skuldi gera.
Soleiðis greiðir Annleyg Hansen frá í Sosialinum um ferðsluvanlukkuna í fjør, tá 19 ára gamla systir hennara doyði. Annleyg var á veg av Glyvrum til Havnar. Í bilinum við henni vóru sjeikurin Ludvík og systirin Katrina.
– Harfrá er bara alt svart, inntil bilurin stendur í bønum. Haldi, at eg var vekk eina lítla løtu. Eg var ørkymlað og visti ikki, hvar eg var; eg vaknaði upp einsamøll í bilinum, sum stóð úti á bønum á øllum fýra hjólunum. Eg var ræðslusligin og ringdi beinanvegin 112 og fekk boðað frá, hvussu mong vit vóru. Klokkan var beint farin av 7.
– So hoyrdi eg róp, og fólk komu oman til mín í bilinum. Tey spurdu, um nakar annar enn eg var í bilinum, áðrenn hann fór útav. Hendan spurningin endurtóku tey upp í saman, sum trúðu tey mær ikki, at Katrina og Luddi vóru horvin. Eg loysti trygdarbeltið og reisti meg upp og vildi royna at leita. Men tað vildu tey ikki lova mær. Eg varð førd niðan í ein bil, sum stóð uppi á vegnum. Eg skuldi bara sita har og bíða, minnist Annleyg.
Fyri Annleyg er tað sjálvsagt at vera íbundin, tá hon koyrir bil, og soleiðis hevur tað altíð verið hjá henni.
– Eg gekk bara út frá, at Katrina eisini var í trygdarbelti. Hetta var ikki nakað, vit tosaðu um. Í dag havi eg ilt við at fyrigeva mær sjálvari, at eg ikki tryggjaði mær, at øll vóru íbundin, harmast Annleyg.
Fólk, sum komu til hjálpar, leitaðu við fartelefon. Tey funnu fyrst Katrinu, sum tá var á lívið. Hon bað tey eisini leita eftir Ludvík – og bæði Annleyg og Ludvík siga í dag, at Katrina við hesum bjargaði Ludvíki lívinum. Hann var eisini komin álvarsliga til skaða.
Sambært Ferðslutrygd, so vita vit, at umleið helvtin av teimum sum doyggja í ferðsluni høvdu verið á lívi, um tey brúktu trygdarbelti – hetta vísa bæði føroysk og útlendsk hagtøl.
Lesið meira um herferð um at nýta trygdarbelti á heimasíðuni hjá Ferðslutrygd VIÐ AT TRÝSTA HER
Samrøðan við Annleyg Hansen og Ludvík Christiansen kann lesast í vikuskiftis-Sosialinum, sum kann keypast sum e-blað VIÐ AT TRÝSTA HERellaí InternetSosialinum við at TRÝSTA HER