Løgreglan steðgaði einum bili í Runavík í nátt, og tað vísti seg, at góð grund var til tess.
Bilførarin hevði nevniliga mist koyrikortið fyri kortum og koyrdi sostatt bil í frádømingartíðini. Av løgreglustøðini verður sagt, at tílíkt vanliga verður revsað hart, við tað, at hetta verður tulkað sum ein vanvirðing av einum dómi frá Føroya rætti. Sambært løgregluni verður slíkt vanliga revsað við eini bót áljóðandi eina netto mánaðarløn.
Ikki nokk við tí. Við síðunarav bilføraranum lá eisini ein hassjpípa, við nakað av hassji í. Bilførarin verður tí eisini ákærdur fyri brot á rúsevnislógina.
Annars hevur náttin verið friðarlig, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.










