- Eg havi vitað av henni og hon er eisini flutt hana nakrar ferðir. Tað sigur Sigmar Bláberg við Rás2, nú in.fo skrivaði í morgun, at hann ein søgulig granat frá eini kanón á Skansanum í Havn lá í einum kjallara í Nólsoy.
Sigmar Bláberg sigur, at hann fór at arbeiða upp á húsini í 2010 og hann hevur vitað av granatini, men ikki hugsað serliga nógv um hana.
Les eisini: Granat av Skansanum funnin í Nólsoy
Nú er so ein serdeild hjá Arktisk kommando farin við granatini og hevur tikið hana sundur so at eingin vandi stendst av henni. Talan er um eina søguliga granat av eini kanón á Skansanum og nú fer hon so á Krígssavnið, sigur Sigmar Bláberg við Rás2
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Sigmar Bláberg greiða frá.
|










