Kanningarstjórin hevði eingi úrslit at vísa á, seinast Skráseting Føroya bað um eykajáttan á eina millión til kanningina av Eik Grunninum, sigur formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen.
Formaðurin í fíggjarnevndini heldur, at tað er møguligt, at hann hevði atkvøtt fyri í dag, tí nógv av tí, sum er komið fram, hevur hann ikki hoyrt fyrr.
Tá kanningarstjórin, Eyðfinnur Jacobsen, var í fíggjarnevndini fyri at greiða frá kanningini av Eik Grunninum, hevði hann eingi úrslit at vísa á, og fíggjarnevndin vildi tí ikki játta eina millión at arbeiða víðari fyri, sigur Bárður Nielsen, sum er formaður fyri fíggjarnevndini, og eisini var tað tá.
- Nógv er komið fram nú, sum vit ikki vistu tá, og tað er væl møguligt, at eg hevði atkvøtt fyri uppskotinum um eykajáttan í dag, sigur Bárður Nielsen.
Eins og hinir tinglimirnir, sigur hann við Sosialin í dag, at tað er umráðandi at kanna, hví eftirlitið við Eik Grunnin sveik.
Meirlutin í fíggjarnevndini umfataði samgongulimirnar: Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, Rodmundur Nielsen, Fólkaflokkurin og Bill Justinussen, Miðflokkurin.
Minnilutin í fíggjarnevndini vóru Kristina Háfoss, Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin og Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin.