Hevði Breivik sum fyrimynd: Ætlaði at drepa frá hond í USA

Ein maður, sum starvast í amerikansku bjargingartænastuni, er undir illgruna fyri at ætla at drepa vanligar borgarar í »so stórum tali, sum sjáldan er sæð í hesum landi«.

 

Eitt starvsfólk hjá amerikonsku bjargingartænastuni eru handtikin fyri mistanka um, at hann hevði planlagt hópdráp á leiðandi politikarar og miðlafólk. Tað sæst í rættarskjølum, skriva fleiri miðlar.

 

Tann handtikni maðurin lýsir seg sjálvum sum »hvítan nationalist«, og hevur eftir øllum at døma norska hópdrápsmannin, Anders Bering Breivik, sum fyrimynd.

 

Maðurin, sum er fyrrverandi marinusoldatur, verður í rættarpappírunum lýstur um »heimligur yvirgangsmaður« av ákærumyndugleikanum.

 

Maðurin var handtikin fríggjadagin.

 

Undir rannsókn í bústaði hansara fann løgreglan stórar nøgdir av vápnum og lóðuri. Eisini var narko funnið og ein listi við nøvnunum á fleiri leiðandi politikarum úr Demokratunum og kendir sjónvarpsvertir í USA.

 

– Tann skuldsetti planlegði at drepa ósek vanlig fólk í einum so stórum tali, sum vit sjáldan hava sæð í hesum landi, segði økisákærin, Rubert Hur, sambært tíðindastovuni AFP.

 

/ritzau/