Hevði barnaporno á teldunum

Løgreglan hevur handtikið ein 60 ára gamlan mann, sum hevði barnapornografiskt tilfar á teldum við hús

 

 

Kringvarpið segði í kvøld, at løgreglan í gjár framdi húsarannsókn heima hjá einum manni um 60 ára aldur í Havn

 

KT-deildin hjá donsku ríkisløgregluni hevði staðfest, at ávís føroysk IP-adressa hevði tikið barnapornografiskt tilfar, og tey varskógvaðu føroysku løgregluna um hetta.

 

Undir húsarannsóknini fann løgreglan fleiri teldur og harðdiskar, har barnapornografiskt tilfar var á.