Fiskivinna
Eitt av málunum, sum vórðu havd á munni á framløgufundinum hjá grannskoðarafelagnum, Rasmussen & Weihe í síðstu viku, var leveringstrygt til fiskavirkini.
Alt broytist, og tað gera orðini, sum søgd verða um ymisku viðurskiftini í vinnuni, eisini. Nýggj orð verða "uppfunnin", og dugir tú nøkur av hesum, er líkt til, at tú ert skikkaður at halda ein fyrilestur!
Á ráðstevnum av ymiskum slagi, sum verða fyriskipaðar her heima, vitja útlendingar higar, og ymisk "nýggj" orð ganga aftur og aftur í tí, sum verður sagt.
Eisini her heima á klettunum eru vit av álvara farin at tosa um einskiljingar, altjóðagerð, og nú verður eisini tosað um rávørutrygd.
Áður tosaðu vit um at privatisera, vit tosaðu um at útvega okkum marknaðir og marknaðaratgongd, og vit tosaðu um tíðina, tá ið virkir og skip hingu saman.
Men tíðir broytast, og tað gera umstøðurnar eisini.
Kanska hava vit tosað ov nógv og gjørt ov lítið, nú líkt er til, at vit sum samfelag standa við "skegginum" í postkassanum og hava ilt við at fóta okkum í "nýggja" heiminum.
Alt skal privatiserast, og heimurin gerst meira og meira ein stórur marknaður, har garðar skulu brótast.
Tað, sum vit hildu vera rætt í nøkur ár, er skeivt nøkur ár eftir og so gera vit júst tað øvuta av tí, vit gjørdu tey fyrru árini.
Rávørutrygd
Í mong ár vóru virkir og skip samantvinnað, fiskaprísir vórðu ásettir av eini nevnd, og eingin kapping var um at hava góðan fisk, tíansheldur um at geva mest fyri fiskin.
Eingin dynamikkur var í vinnuni, og onkur hevði á munni, at henda skipan hevði oyðilagt eitt heilt ættarlið av fiskimonnum, tí teir fingu tað sama burtur úr líkamikið, um teir gjørdu eitt gott ella minni gott arbeiði á dekkinum og í lastini.
Túrarnir vóru langir, og fiskurin í nógvum førum vánaligur.
Men alt broytist.
So hvørt, sum marknaðir og møguleikar lata seg upp, og garðar verða brotnir, er torført hjá virkjunum at fáa hendur á fiskinum, sum verður veiddur undir Føroyum.
Sambært roknskapargreiningini hjá grannskoðarafelagnum, Rasmussen & Weihe, høvdu 9 av 12 fiskavirkjum hall í 2004, og sum skilst, eru tað serliga saltfiskavirkini, sum høvdu eitt hampiligt úrslit.
Nógv virkir hava spent gjaldføri, og kappingarevnini eru størsta avbjóðingin hjá virkjunum í framtíðini.
Hóast virðisøking seinastu árini, so veksa útreiðslurnar skjótari enn virðisøkingin, og ein stórur postur eru lønarútreiðslurnar.
Teir, sum høvdu orðið á framløgufundinum hjá Rasmussen & Weihe, hildu, at leveringstrygd hevur ógvuliga stóran týdning fyri fiskavirkini.
Samstarv
Bjarni Poulsen, sum hevði sjálva framløguna fyri grannskoðarafelagið, segði seg ikki skilja, hví fólk eru so negativ um, at virkini á ein ella annan hátt skapa sær eina leveringstrygd.
Men spurningurin er so, hvør skal gjalda fyri hesa trygd um tað skal vera virkini, fiskimaðurin, ella um skipast kann soleiðis fyri, at ein avtala tænir báðum pørtum.
Olaf Olsen, sum hevur rikið skip í mong ár, helt heldur einki forgjørt vera í at tosa um leveringstrygd, men hann helt tað kortini ikki vera neyðugt, at virkir og skip eiga hvørt annað, sum hann tók til.
Hann helt, at tað saktans ber til at integrera virkir og skip, soleiðis at virkini kunnu hava eina ávísa avtalu leveringstrygd.
- Tað ber til at gera avtalur, tó at virkir og skip ikki eiga hvørt annað, men leveringstrygd kostar, legði hann dent á.
Vit kunnu leggja aftrat, at tað er ikki ókent heldur ikki í dag, at skip kenna seg meira knýtt til ávís virkir enn til onnur, hóast eingi ognarviðurskifti eru, sum knýta partarnar saman.
Partrolararnir, Nornagestur og Kolumbus, sum tríggir brøður í Sandoynni hava átt, hava í fleiri ár verið partur av grundarlagnum undir rávøruni hjá virkjunum í Sandoynni. Fyrr í ár vórðu hesi skip seld vestmenningum, men kortini hava tey framhaldandi lagt fiskin upp í Sandoynni.
Í samrøðu við Sosialin, hevur virkisleiðarin á Sandoy Seafood, Andreas F. Hansen, sagt, at samstarvið hevur tænt báðum pørtum.
Høgur dollari
Á framløgufundinum vísti Ragnar Olsen, reiðari á, at samanhangur ofta er í gongdini hjá virkjum og skipum.
- Gongur tað væl hjá skipunum, gongur tað oftast eisini væl hjá virkjunum.
Olaf segði, at tað serliga eru fýra
viðurskifti sum avgera, hvussu gongdin hjá ísfiskaskipunum er, nevniliga 1) fiskaprísur, 2) fiskiskapur, 3) oljuprísir og 4) rentan.
Á fundinum varð eisini tosað um, hvønn týdning dollarin hevur fyri gongdina hjá virkjum og fiskiflota.
Olaf helt, at skuldi hann valt, um hann vildi havt ein høgan ella lágan dollara, so hevði hann helst valt ein høgan dollara.
- Ein høgur dollari er verri fyri oljuna, men betur fyri fiskaprísin, og eg haldi, at tað seinna tænir okkum betur í løtuni.
Um gongdina annars segði hann, at støddin á upsanum, sum er høvuðsfiskaslagið hjá partrolarunum, er betur, fiskiskapurin er umleið hin sami, og prísirnir eru batnaðir.
Gjaldførið
Ein annar spurningur, sum eisini var frammi á framløgufundinum, var tann tíðin, sum gongur frá tí, at eitt virki selir lidnu vøruna av landinum, til virkið hevur fingið pening frá keyparanum.
Hesin spurningur tók seg upp í sambandi við umrøðuna av tronga gjaldførinum hjá fiskavirkjunum og goymslunum, sum stundum eru stórar.
Hanus Hansen, stjóri í JFK-Troli, sum eisini rekur Kósavirkið, vísti á, at í nógvum førum noyðast virkini at bíða út við tríggjar mánaðir eftir avrokningini.
- Men tá ið vit keypa fisk á Fiskamarknaði Føroya, noyðast vit at gjalda fyri hann beinanvegin. Hinvegin noyðast vit at bíða eftir avrokningini úr útlandinum. Tað tyngir eisini munandi um gjaldførið, legði hann aftrat.
Hann vísti á, at hóast Kósin hevur keypt seg inn í tveir partrolarar, so hevur virkið ikki tjent eina krónu upp á fiskin hjá hesum skipum.
- Tað hevur verið rímiligt við fiski, men hetta gevur okkum ongan pening sum er.
Einki virki
Hanus Hansen vísti á, at so væl virkar marknaðarmekanisman hóast alt, at eingin línubátur hevur landað beinleiðis til Kósina í fleiri mánaðir.
- Tað hevði verið lættast í dag ikki at havt nakað fiskavirki, tí sum er, kappast tú við allan heimin.
Hann vísti í hesum sambandi á, at Røkke og teir í Noregi keypa tosk til síni virkir fyri 30% minni í miðal fyri kilo, enn føroysku virkini gera.
- So, tað er ikki lætt at reka fiskavirkisvinnu í dag, legði Hanus Hansen aftrat.