Fyri meg hevði ivaleyst verið lættari, um eg hevði valt at verða trúboðari fram um politikari, men eg meti uppgávuna hjá Miðflokkinum verða so týdningarmikla í føroyskum politikki, at eg taki høggini fyri at bera okkara sjónarmið fram, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Í Sosialinum í dag kanst tú lesa stórt portrett av Jenisi av Rana, har hann millum annað greiður frá, hví hann púrasta uppgav politikk í sínum yngri døgum.
Blaðið í dag hevur viðgerð eisini sumt av tí, sum sagt varð, á flokstingi hjá Tjóðveldinum um vikuskiftið og 12 ítróttarsíður viðgerða alt frá hondbóltsdystum um vikuskiftið til landsliðsferðina í Andorra.
Blaðið fæst í sølubúðunum kring landið nú.