Hevði væntað meir av B71

Bartal Eliasen, sum skeyt tvey av málunum hjá ÍF ímóti B71, tók soleiðis saman um dystin.

- Vit vóru nógv betra liðið, og skapti nógv fleiri málmøguleikar. Teir hava kanska ein málmøguleika í øllum dystinum, segði Bartal, og leggur afturat, at hann hevði væntað meir av B71, tí at teir vístu einki.

- Vit hava trúð uppá okkum sjálvar, og vit vita, at vit hava eitt gott lið. Vit hava eisini fingið nakað av fólki afturat hópinum, so vit eru styrktir, segði tvífaldi málskjúttin.

Hvør er málsetningur tykkara, nú tit liggja somikið væl fyri?

- Málsetningurin er hin sami, sum hann var áðrenn kappingarárið. Fyri meg er málið eitt 5. pláss, segði Bartal Eliasen at enda.