Tað varð ein dýr søga fyri ein bilførara, tá ið løgreglan tók hann í gjár og varnaðist, at hann trý smábørn í bilinum – men at einki teirra sat í trygdarbelti.
Løgreglan sigur, at tað gevur klipp í koyrikortið at hava børn undir 15 ár í bilinum, uttan at hava tey spent í trygdarbelti. Tað gevur eisini eina bót upp á 1500 krónur.
Men í hesum føri verður revsingin trýfaldað, tí hann hevði trý børn í bilinum, sum ikki vóru spent í trygdarbelti. Sostatt fær bilførarin trý klipp í koyrikortið og 4500 krónur í bót.
Men fær ein bilførari trý klipp í koyrikortið upp á trý ár, má hann taka koyrikortið av nýggjum.
Og tað sleppur hesin bilførarin ikki undan, tí hann fekk sostatt trý klipp í koyrikortið í einum høggi. Og tískil noyðist hann nú at taka koyrikortið av nýggjum. Og tað skal hann gera áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann koyrikortið.