Leiðslan í Spanair vil ikki koma við nøkrum boði uppá, hví MD82-flogfarið fór av breytini í gjár, men spanskir fjølmiðlar hava gjørt nógv burturúr, at flogfarið hevði tekniskar trupulleikar undan seinastu fráferðini.
Blaðið El Mundo skrivar, at eftir ferðaætlanini skuldi flogfarið fara úr Madrid klokkan 13. Tað fór eisini út á breytina, men klokkan 13.42 kom tað aftur. Tá varð fráboðað, at fráferðin var útsett til klokkan 14.25. Klokkan 14.45 hendi vanlukkan.
Sambært sponsku fjølmiðlunum bleiv fráferðin útsett orsakað av tekniskum trupulleikum, og tað váttaði ein embætismaður hjá loftferðslustýrinum í Madrid í gjárkvøldið fyri blaðnum El Mundo.
Ein royndur flogskipari, sum Sky News hevur tosað við, sigur, at flogskiparin kann hava sæð, at eldur var í øðrum motorinum, men at hann kortini kann hava gjørt av at fara uppfrá og at lenda aftur beinanvegin. MD82-flogførini eru soleiðis nbygd, at tey kunnu fara á flog við einum motori, sigur Sky News.