Hetta seinasta árið hevur Klaksvík ment seg nógv og á nógvum økjum. Tað er tó eitt sum tey í býnum ynskja sær meiri av: almenn arbeiðspláss.
Ein teirra er borgarstjórin, Gunvá við Keldu, sum kann fegnast um at fólkatalið í býnum veksur og at skattainntøkan somuleiðis er økt munandi hetta farna árið.
- Skuldi eg sum borgarstjóri ynskt mær nakað aftrat, so er tað fleiri almenn arbeiðspláss. Hetta er sagt útfrá tí, at teir almennu stovnarnir sum eru í Klaksvík virka serdeilis væl.
- Tí átti verið hugsað um at lagt fleiri arbeiðspláss í hesum virksama norðurøki, tí tað hevði givið samfelagnum størri dynamikk, leggur hon dent á.
Vinnuvirksemið í Klaksvík er ment nógv seinastu árini. Nógv virksemi er á Kósini, har millum 100 og 150 fólk arbeiða. Umframt hetta hevur Bakkafrost nógv virksemi í alingini, og á Kryvjivirkinum og NFCS er somuleiðis nógv virksemi. Stóru reiðaríini JFK og Christian í Grótinum skapa nógv virksemi í býnum, eins og nógv avleidd vinna er av hesum virksemi.
Eitt annað arbeiðspláss, Klaksvíkar Sleipistøð hevur ment seg ógvuliga nógv og hevur nógv fólk í starvi. Ein avleiðing av hesum vøkstri er, at tann avleidda vinnan so sum smiðjur og annað hava nógv at gera.
- Hetta gevur aftur handilsvinnuni nógv betur kor, og størri møguleikar at mennast, sigur Gunvá við Keldu.