Fyrrverandi strandferðslustjórin Reidar Nónfjall heldur lítið um mannagongdina í sambandi við avgerðina at flyta stovnin til Suðuroyar. -Var eg stjóri á Strandferðsluni í dag, hevði eg ikki farið til arbeiðis í morgin, sigur Reidar Nónfjall við Útvarpið.
Hann heldur avgerðina at flyta stovnin vera alt ov knappa og burtur úr vón og viti. Reidar Nónfjall heldur ikki, at tað finnast starvsfólk í Suðuroy, sum kunnu yvirtaka umsitingina á Strandferðsluni frá einum degi til annan.
Ein annar fyrrverandi stjóri á SSL, Kristian Davidsen, sigur við Útvarpið, at avgerðin at flyta stovnin er ein stór avbjóðing, og at tað er torført at siga, hvussu tað fer at ávirka stovnin.