Ein av iraksku andstøðuleiðarunum, Ahmed Chalabi, sigur seg hava haldgóð prógv fyri, at tætt samband var ímillum tann frákoyrda Saddam Hussein og jordanska kongin, Abdullah.
Chalabi sigur, at hann og menn hansara hava lagt hald á 25 tons av skjølum hjá fyrrverandi iraksku fregnartænastuni, og har sigur hann seg hava sæð skjøl, sum prógva sambandið millum frákoyrda einaræðisharran og jordanska kongin. Chalabi sigur, at Abdullah, sum hevur verið kongur síðani 1999, hevur góðar grundir til at stúra fyri, hvat kann henda, verður innihaldið almannakunngjørt.
Tað eru tó minni enn so øll, sum hava álit á, at Chalabi sigur satt. Víst verður á, at irakski andstøðumaðurin búði í Jordan eitt tíðarskeið, har hann varð dømduir 20 ára fongsul fyri umfatandi fíggjarsvik. Tað eydnaðist honum kortini at sleppa til rýmingar, áðrenn dómurin fall.









